Um vikuskiftið bleiv FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Líkindini at kappast vóru á góðari leið, turt og skiftandi vindmegi, sum tíverri gjørdi at spurtúrslit ikki kundu góðkennast.
Einir 50 íðkarar høvdu boðað frá luttøku báðar dagarnar og bleiv kappast í øllum greinum uttan hekkurenning og forðarenning.
Á kvinnusíðuni blivu tvey føroysk met sett. Tað fyrra var í longdarlopi tá ein kvinna á fyrsta sinni leyp út á fimm metrar. Tað gjørdi Elisabet H. Simonsen úr Bragdinum tá hon í fyrsta lopinum við kom út á júst 5,00 metrar og bleiv hon samstundis føroyameistari. Herfrá verður ynskt tillukku við metinum. Hon tók metið,sum var 4,91m, frá Margit W. Frímundsdóttir og varð sett í 12.04.2017.
Bára, Elisabet og Teresa
Hitt metið setti Lýdia Simonsen úr Hvirluni í klingrukasti, tá hon í sættu og seinastu royndi kom út á 30,73m. Herfrá verður ynskt tillukku við metinum. Hon tók harvið metið, sum Ingibjørg Poulsen setti 07.09.2002.
Lýdia
Øll úrslitini er at finna í .pdf her: Úrslit FM vaksin 18. og 19. august 2018
Myndir hjá Bjørg Svabo eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni og leinkja er her: FM 2018
Eisini verður ein tøkk borðin til allar íðkarar, dómarar og hjálparfólk í samband við FM Vaksin 2018
8. og 9. september verður FM fyri ung á Tórsbreyt.