FM 2020: Nógv góð úrslit og eitt føroyskt met

Skrivað hevur

FM 2020 bleiv hildið í góðum líkindum um vikuskiftið á Tórsbreyt. Flestu renningar og lop fingu góðkendan vind. 45 íðkarar úr fýra feløgum høvdu boðað frá luttøku við 121 startum. Nógv góð úrslit og eitt føroyskt met bleiv sett, tá Guðrið K. Petersen úr Hvirluni tveitti fýra kilo tungu sleggjuna út á 43,41 m. Hon átti sjálv gamla metið, sum var 42,89m og bleiv sett í fjør í Gøteborg. Harumframt blivu nøkur bólkamet og persónlig met sett. Fleiri av okkara fremstu íðkarum vístu eisini góð úrslit og vóru fleiri teirra, sum vístu úrslit undir Oyggjaleikakrøvunum. Spennandi verður tá tann hópurin verður úttikin komandi ár.

Gongdin er annars nokkso lík ár undan ári har Bragdið stendur seg best í lopum, Hvirlan í køstum og Treysti í renningum. Heiðursmerkjabýtið bleiv hetta:
Bragdið: 13 gull, 12 silvur og 8 ½ bronsa (blandað lið í boðrenning)
Hvirlan: 10 gull, 7 ½ silvur (blandað lið í boðrenning) og 6 ½ bronsa (blandað lið í boðrenning)
Treysti: 9 gull, 7 ½ silvur (blandað lið í boðrenning) og 4 bronsur
Frælsi: 1 bronsa

Øll úrslitini frá FM 2020 eru at finna í .pdf fílu her: Úrslit FM 2020

Hópin av myndum, sum Bjørg Svabo tók, eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni. Leinkja er her: Myndir 2020

Vikuskiftið 4.-6. september verður FM ung 2020 hildið á Tórsbreyt. Tilmelding til tær kappingarnar er á leinkjuni her: Tilmelding FM ung 2020

 

Comments are closed.