Leygardagin og sunnudagin verður FM hildið á Tórsbreyt. Farið er um evsta mark fyri tilmelding, men tilmeldingin stendur opin til í kvøld kl. 23.00. Báðar dagarnar verður kappast frá klokkan 13.00 til klokkan 16.00 ella kanska eitt sindur seinni. Tíðarætlan fyri kappingarnar verður tøk hóskvøldið.
Kappingarnar leygardag eru hesar:
- 100 m
- 400 m
- 800 m
- 5.000 m
- 400 m rimarenning
- 4×100 boðrenning
- longdarlop
- sleggjuvarp
- klingrukast
Og kappingarnar sunnudagin eru hesar:
- 200 m
- 1.500 m
- 100 m/110 m rimarenning
- 3.000 m forðarenning
- 4×400 m boðrenning
- hæddarlop
- trístøkk
- kúluvarp
- spjótkast
Ikki er neyðugt at melda til boðrenningina. Liðini kunnu meldast til teknikkrúmið 30 min undan startinum. Avpriking verður nýtt til allar spurtkappingar umframt 800 m.