Leygar- og sunnudagin 22. og 23. august verður FM fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappast verður í øllum greinum uttan í stangarlopi og 10.000 m.
FM er í ár opin kapping, og FÍF vónar, at síggja øll “tey vanligu” umframt nógv nýggj andlit, sum hava hug at royna síni evni. Einast treyt fyri luttøku er at man er føddur í 2005 ella fyrr.
Kappingargreinar leygardagin:
- 100 m
- 400 m
- 800 m
- 5.000 m
- 400 m rimarenning
- longdarlop
- klingrukast
- sleggjuvarp
- 4×100 m boðrenning
Kappingargreinar sunnudagin:
- 200 m
- 1.500 m
- 100/110 m rimarenning
- 3.000 m forðarenning
- hæddarlop
- trístøkk
- spjótkast
- kúluvarp
- 4×400 m boðrenning
Báðar dagarnar verður kappast frá klokkan 13.00 til umleið 16.30.
Tilmeldingarsíðan er beint her. Freistin at melda til er í týskvøldið 18. august á miðnátt.