Home FÍF FM fyri vaksin verður hetta vikuskiftið

FM fyri vaksin verður hetta vikuskiftið

by Hallur Holm

Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. august verðu FM á breyt fyri vaksin hildið á Tórsbreyt. Kappingarnar leygardagin byrja klokkan 11.30 og halda á til 14.30. Tá verður Tórsbreyt kollrend av 1.500 konufólkum, sum skulu luttaka í Kvinnurenningini. Sunnudagin verður byrjað klokkan 13.00 og vit vænta at seinastu heiðursmerkini verða handað klokkan 16.00

FM 100 m 2015
Spennandi kapping her á 100 m  frá FM  í 2015. Í ár verður enn meira spennandi. Hvør verður Føroya spurtdrottning í 2016? Margit? Alda? Hildur? Elisabet? Ella onkur heilt onnur?  Og fáa vit nýtt føroyskt met?(mynd: Hvirlan)

Tilmeldingin hevur ligið úti nakrar vikur, og seinasta freist fyri tilmelding er sett til týskvøldið á midnátt. Tíðarætlanin verður gjørd mikukvøldið og kemur á heimasíðuna hósdagin. Kappingarnar hvønn dagin verða hesar:

Leygardag:
100 m, 400 m, 800 m, 5.000 m, 400 m rimarenning, longdarlop, klingrukast, sleggjuvarp og 4 x 100 m

Sunnudagin:
200 m, 1.500 m, 100/110 m rimarenning,  3.000 m forðarenning, trístøkk, hæddarlop, kúluvarp, spjótkast og 4 x 400 m

Tað er frítt hjá øllum at luttaka. Tó skulu allir luttakarar vera føddir í 2001 ella fyrr.  Tilmelding verður gjørd undir “tilmelding” her á síðuni.

Luttøkugjald er 30 krónur fyri hvørja kapping. Rokning verður send til felagið. Luttakarar, sum ikki eru í felagi, gjalda kontant áðrenn kappingarbyrjan.

FÍF vónar at luttøkan verður so góð sum gjørligt. Jú fleiri vit eru, betur verða kappingarnar, og stuttligari er hjá áskoðarunum.

 

0 comment
0

Related Articles