Næsta vikuskifti skipar FÍF fyri opnum FM í frælsum ítrótti fyri vaksin á Tórsbreyt. Kappast verður leygardagin og sunnudagin, og báðar dagarnar verður kappast frá kl. 13.00 til kl. 16.30. Kappingin er opin fyri øll, sum eru fødd í 1998 ella fyrr. Tilmelding fer fram her á síðuni. Leinkjan er her.
Oyggjaleikirnir eru júst farnir aftur um bak, og vunnu føroysku íðkararnir í frælsum ítrótti heili átta heiðursmerkir. Tvær gull, tvær silvur og fýra bronsur. Væntað verður, at allir teir føroysku luttakararnir í frælsum ítrótti á Bermuda fara at kappast um FM, at allir teir ungu evnaríku íðkararnar, sum eru væl á veg, og so sjálvandi teir góðu gomlu.
Kostnaðurin er kr. 30 fyri hvønn start, og verður rokning send felagnum. Teir íðkarar, sum ikki eru limir í felagið, skulu gjalda á staðnum kappingardagin.
Leygardagin eru hesar greinar á skránni:
100m, 400m, 800m, 5.000m, 400m hekk, 4x100m, longdarlop, sleggjuvarp og klingrukast
Sunnudagin eru hesar greinar á skránni:
200m, 1.500m 100m/110m hekk, 3.000m forðarenning, 4x400m, hæddarlop, trístøkk, kúlustoyt og spjótkast.
Síðsta freist at melda til er týskvøldið 30. juli kl. 24.00 !!