Home FÍF FM fyrri dagur: Rebekka Fuglø undir minuttin

FM fyrri dagur: Rebekka Fuglø undir minuttin

by Hallur Holm

Leygardagin varð fyrri FM-dagur hildin á Tórsbreyt. Dagsins úrsliti stóð Rebekka Fuglø fyri, tá hon á 400 metrum setti eitt dyggiligt føroyskt met, og samstundis gjørdist fyrsta føroyska kvinnan undir minuttin. Hennara føroyska met var undan degnum 60,22 sekund, men í dag tók hon tað við meira enn einum heilum sekundi og endaði heilt niðri á 59,17 sekundum!!

Hetta er rættiliga ótrúligt, tí ikki bara var hon einsamøll á breytini í kappingini, men eisini hevði hon ein feskan 800 metur í beinunum, har hon eisini hevði fótin tungt á spitaranum, hóast tað ikki var neyðugt fyri at vinna ta kappingina, har eisini Elin Kristina Ryan var við og vann silvur.

FM 2015 Rebekka1
Rebekka kroystir seinastu kreftirnar úr sær og setir enn einaferð føroyskt met á 400 m (mynd: Hvirlan)

Spenningi var eisini ov mikið av á Tórsbreyt í dag. Javnasta kappingin var í longdarlopi hjá kvinnum, har bæði Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Edna Maria Debes vóru væl upp móti føroyska metinum, og endin var at bert tann eini sentimeturin gjørdi Margit til FM vinnara. Hjá monnunum fingu vit ein nýggjan føroyameistara, tá Magnus Dal-Christiansen vann sítt fyrsta FM yvirhøvur.

800 m hjá monnum var eisini sera javnur, og bert 3/10 sekund var millum tríggjar teir fremstu rennararnar, har Rúni Seloy dróg longsta stráið. Eisini á 400 metrum var sera javnt millum Teit Bjarnastein og Steingrím Hallsson, har fyrr nevndi akkurát fekk kroyst seg fram við móti endanum.

FM 2015 800 m
Teir stríðast fyri lívinum, Teitur Bjarnastein, Steingrímur Hallsson og Rúni Seloy (mynd: Hvirlan)

Á 100 metrum hjá kvinnum sá leingi út til at góði starturin hjá Hildur Poulsen fór at geva henni sigurin, men 10 m áðrenn málstrikuna eydnaðist Margit Weihe Fríðmundsdóttir at taka hana aftur. Rói Holgarsson vann hjá monnunum í einari kapping, sum var merkt av avboðum, og spenningurin var eingin.

FM 2015 100 m kvinnur
Finalan á 100 m. Margit otar seg fram um Hildur á seinastu metrunum. Tinna í reyðum varð nummar trý (mynd: Hvirlan)

Besti føroyski kastari hjá kvinnum, er ivaleyst Marita K. Petersen. Yndisgrein hennara er spjótkast, sum ikki verður fyrr enn í morgin, men longu í dag vann hon tvey gullmerki í kasti. Við sleggjuni var Bjørk Reynagarð Svabo nærmast við, meðan Edna Maria Debes hótti mest við klingruni.

Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Hallur Simonsen sum vann klingrukastið, og Heri Ziska sum vann sleggjuvarpið.

FM 2015 Marita sleggja FM 2015 Heri sleggja
Marita vann tvey gullmerki í kasti, meðan Heri við einum einstøkum klingrukasti og einum einstøkum sleggjuvarpi, ognaði sær eitt gull og eitt silvurmerki. (Mynd: Hvirlan)

Teir flestu av teimum bestu monnunum vóru møttir til 5.000 metra finaluna, men eingin stóð unga Julian Gregersen kurl. Hann fekk eina so góða tíð, sum bert Marnar Djurhuus hevur runnið betri seinnu árini. Rúni Seloy og Henry Olsen hingu í eina góða løtu, men teir máttu býta silvur og bronsu í einum longum hørðum endaspurti.

Bragdið vann báðar boðrenningarnar á 4×100 m. Kvinnurnar hjá Hvirluni mistu tingakrossin í fyrsta skifti, og so var tað avgjørt. Uttan Rúna Jacbosen og Magnus Dal-Christiansen viknaði sterka liðið hjá Hvirluni eisini so nógv, at Bragdið fekk ornað paragraffirnar á seinasta túrinum.

Í morgin byrja kappingarnar aftur klokkan 13, og vónandi fáa vit aftur nógvar javnar og spennandi kappingar tá.

Øll úrslitini frá degnum í dag eru at finna í .pdf á hesi leinkjuni: Úrslit FM 2015 dagur 1

0 comment
0

Related Articles