Home FÍF FM hálvmaraton verður leygardagin. Freistin at melda til er í kvøld !

FM hálvmaraton verður leygardagin. Freistin at melda til er í kvøld !

by Guttorm Sørensen

Treysti skipar aftur í ár fyri Eik hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Tveir nýggir føroyameistarar skulu finnast í opnu bólkunum, tí vinnararnir frá seinast, Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø, luttaka ikki í ár. Marnar er givin at renna fyribils, meðan Rebekka fyrireikar seg til avbjóðingarnar á Oyggjaleikunum á Jersey, har hon skal renna 800m og 1.500m. Hjá kvinnunum hevur Marna Egholm, sum tvær ferðir í ár hevur runnið undir 1 tíma 20 minuttir, melda til, og hon er tí stórfavorittur til at vinna kappingina. Hjá monnunum er kappiningin meiri opin, men góð boð uppá rennarar, sum koma at kappast um fremstu plássini eru Henry Olsen og Sam Vang. Henry hevur fyri kortum runnið maraton og Sam hevur verið smáskaddur, og tað gevur møguleikar til aðrar góðar rennarar, sum Martin Gravesen, Marnar Pattinson, Cecil Weihe, Jan Elmar Sørensen og unga Julian Gregersen. Hesir hava allir runnið væl í Vetrarkappingini.

681_r_705_0

Meiri kunning um tiltakið sást niðanfyri

Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km. Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning. Startur og mál verða uttanfyri Eik. Hálvmaraton verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda.

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er knappar 700m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein. Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 1998 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF. Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Eik kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

  

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1998)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1960-1969)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.-1959)

  

Í Eik hálvmaraton Klaksvík 2015 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur (1986 og yngri)
– Menn & kvinnur B30-34 (1981-1985)
– Menn & kvinnur B35-39 (1976-1980)
– Menn & kvinnur B40-44 (1971-1975)
– Menn & kvinnur B45-49 (1966-1970)
– Menn & kvinnur B50-54 (1961-1965)
– Menn & kvinnur B55-59 (1956-1960)
– Menn & kvinnur B60-64 (1951-1955)
– Menn & kvinnur B65-69 (1946-1950)

Í 7 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1970-1998)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1960-1969)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1959)

  

Í Eik Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Gentur/Dreingir -7 (f.2008 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2005-2007)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2002-2004)
– Gentur/Dreingir -17 (f.1998-2001)

  

Kostnaðurin fyri at luttaka:
Eik ½-maraton Klaksvík 2015 er kr. 275,-
7 km Motiónsrenning er kr. 100,-
Barnarenning er kr. 50,-

  

Renniblusa (hálvmaraton)
Tey sum melda til og hava goldið innan á miðnátt 19. apríl fáa eina renniblusu .
Gevið gætur: Renniblusan er bert galdandi fyri Eik hálvmaraton.

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra Eik hálvmaraton Klaksvík 2015 fáa heiðursmerki. Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið, so skjótt úrsliti eru klár.

Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist er mikudagin 6. mai 2015).
Leinkja til tilmelding til Eik hálvmarathon er her.
Leinkja til tilmelding til Motiónsrenning er her
Leinkja til tilmelding til Barnarenning er her.

Gjaldast kann BERT við DANKORTI.

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum. Til 7 km motiónsrenning og barnarenning kann meldast á staðnum í seinasta lagi kl. 13.00.

 

Startnummar
Avheintað startnummar í deildini hjá EIK í Bøgøtu (beint við startin) í Klaksvík 9. mai áðrenn kl. 13.30. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Umklæðing í Badmintonhøllini (300m frá startinum)

 

 

0 comment
0

Related Articles