Home FÍF FM í Cross renning 2010

FM í Cross renning 2010

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 6. februar kl. 11.00 verður skipað fyri FM í Cross renning á Toftum. Í hesum slagi av kappingum verður runnið í haganum. Hetta er sjeyndu ferð, at FÍF skipar fyri FM í hesi kappingargrein.


Undan startinum í 2004

Rutan
Kappingin verður hildin við sonevnda “Stovugólvið” í haganum beint omanfyri og norðanfyri grasvøllin á Svangaskarði. Runnið verður fleiri ferðir runt eina umleið 800m langa leið. Øll kappingin fer fram í einum innhegnaðum stykki. Lendið, sum er hagi, er væl vallað, hóast onkrar stuttar brekkur eru lagdar inn í rutuna fyri at gera hana meiri áhugaverda.

Børn, vaksin og veteranar
Kappast verður í hesum aldursbólkum og teinum: 
– Dreingir og gentur (f.1996-1998) renna umleið 1,6 km (2 umfør) 
– Mans- og kvinnuunglingar (f.1993-1995) renna umleið 4 km (5 umfør)
– Menn og kvinnur (f. -1992) og Menn veteranar (føddir -1964) renna umleið 8 km (10 umfør)

Luttaka í kappingini kunnu tey, ið eru limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt. Byrjað verður kl. 11.00.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan kl. 21.00 fríggjakvøldið 5. februar. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin kl. 10.30 leygarmorgunin. Mælt verður til, at rennararnir skifta, áðrenn teir koma á staðið, og hava turr klæði við at lata seg í eftir kappingina. Vit møtast við endan av vegnum, ið er á hamrinum omanfyri rennibreytina á Svangaskarði.

0 comment
0

Related Articles