Home FÍF FM í Cross renning leygardagin

FM í Cross renning leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 7. februar verður skipað fyri FM í Cross renning á Toftum. Í hesum slagi av kappingum verður runnið í haganum. Hetta er sættu ferð, at FÍF skipar fyri FM í hesi kappingargrein.

startur.jpg

Rutan
Kappingin verður hildin við sonevnda “Stovugólvið” í haganum beint omanfyri og norðanfyri grasvøllin á Svangaskarði. Runnið verður fleiri ferðir runt eina umleið 800m langa leið.Øll kappingin fer fram í einum innhegnaðum stykki. Lendið, sum er hagi, er væl vallað, hóast onkrar stuttar brekkur eru lagdar inn í rutuna fyri at gera hana meiri áhugaverda.

Børn, vaksin og veteranar
Kappast verður í ymsum aldursbólkum hjá monnum og kvinnum.
Dreingir og gentur (f.1995-1997) renna umleið 1,6 km
Mans- og kvinnuunglingar (f.1992-1994) renna umleið 4 km
Tey vaksnu (fødd -1991) og veteranarnir (føddir -1963) renna umleið 8 km.
Luttaka í kappingini kunnu tey, ið eru limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt. Byrjað verður kl. 11.00

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan kl. 21.00 fríggjakvøldið 6. februar.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin kl. 10.30 leygarmorgunin.

Mælt verður til, at rennararnir skifta, áðrenn teir koma á staðið, og hava turr klæði við at lata seg í eftir kappingina.

Vit møtast við endan av vegnum, ið er á hamrinum omanfyri rennibreytina á Svangaskarði.

0 comment
0

Related Articles