FM í hálvmaraton verður leygardagin

Skrivað hevur

Leygardagin 1. august kl. 14.15 verður NS hálvmaraton Klaksvík 2020 runnið í gøtunum í Klaksvík. Hetta er samstundis FM í hálvmaraton, sum verður runnið á einari DAF-góðkendari hálvmaraton rutu. Talan er um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km. Seinasta ár vóru tað Einar Gregersen úr Treysti og Rigmor N. Arge, sum blivu føroyameistarar. Rigmor luttekur aftur í ár, men hjá monnunum skal ein nýggjur føroyameistari finnast, tí Einar Gregersen luttekur ikki.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5,3 km Motiónsrenning og Barnarenning. Motiónsrenningin er samstundis stuðulsrenning til frama fyri Sóljubussin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har alt luttøkugjaldið, sum er kr. 100,00 fer til bussin.

Startur og mál verða á vegnum uttanfyri hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda. Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.


Frá startinum í fjør

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2003 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF. Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.15. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2003)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1965-1974)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1955-1964)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1954)

Í NS hálvmaraton Klaksvík 2019 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur B17-29 (1991-2003)
– Menn & kvinnur B30-39 (1981-1990)
– Menn & kvinnur B40-49 (1971-1980)
– Menn & kvinnur B50-59 (1961-1970)
– Menn & kvinnur B60-69 (1951-1960)
– Menn & kvinnur B70+ (1950 ella fyrr)

Í 5 km Motiónsrenning (stuðulsrenning) verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1975-2008)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1965-1974)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1964)

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Gentur/Dreingir -7 (f.2013 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2010-2012)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2007-2009)

Kostnaðurin fyri at luttaka:
NS hálvmaraton Klaksvík 2020 er kr. 295,-
NS Motiónsrenning er kr. 100,-
NS Barnarenning er kr. 50,-

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra NS hálvmaraton Klaksvík 2020 fáa serligt heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist er fríggjakvøldið 31. juli 2020 kl. 22.00).
Leinkja til tilmelding til NS hálvmaraton er her
Leinkja til tilmelding til NS Motiónsrenning er her . (Møguleiki er eisini at lata eina eyka stuðulsupphædd tá ein meldar til.)
Leinkja til tilmelding til NS Barnarenning er her

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.

Til 5 km motiónsrenning (stuðulsrenningina) og barnarenning kann meldast í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 á rennidegnum.

Startnummar
Avheintað startnummar frá kl. 12.00 í deildini hjá Norðoya Sparikassa (beint við startin) í Klaksvík 1. august og áðrenn kl. 13.45. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Heitt verður á allar luttakarar, orsakað Korona, um at skifta heimanífrá.

Comments are closed.