Home FÍF FM í kast komandi leygardag (21. juli)

FM í kast komandi leygardag (21. juli)

by hziska

Bragdið skipar, vegna FÍF, fyri FM í olympisku kastigreinunum, tvs spjótkast, hamarkast, diskuskast og kúlustoyt. Kappingin verður á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn, og byrjar stundisliga kl. 14.00. Byrja verður við spjótkast, og síðan hamarkast, diskuskast og seinast kúlustoyt. Seinnu kappingarnar byrja tá undanfarna kappinger liðug.

Øll ið eru limir í felag í FÍF og eru fylt 15 ár kappingardagin kunna luttakað.

Tilmelding er á hziska@athletics.fo, ella á 213775 (gjarna via sms) í seinasta lagi hósdagin kl. 14.00.

0 comment
0

Related Articles