Home BETRI Vetrarkappingin FM í lendisrenning og 5. umfar av TF Vetrarkappingini

FM í lendisrenning og 5. umfar av TF Vetrarkappingini

by Hallur Holm

Leygardagin 4. februar kl. 11.00 skipa Bragdið og FÍF fyri rennikapping í Hoydølum, sum bæði er FM í lendisrenning og samstundis 5. umfar av TF Vetrarkappingini. Fyrstu ferð runnið varð í Hoydølum, var í 2011, og er hetta sostatt sjeyndu ferð, at FM í lendisrenning skal avgerast framman fyri Studentaskúlan. Tað hava verið alt fleiri og fleiri luttakarar til hesa kapping, og vónandi verða enn fleiri í ár, tí hetta er ein renning, sum øll eiga at royna. Hon er stuttlig, hørð, øðrvísi og krevjandi við bleytum undirlagi allan vegin.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka!

Start FM Cross
Onkuntíð hevur verið vátt á fløtuni, men slíkar umstøður hoyra við til lendisrenning

Teir vaksnu bólkarnir renna 6 umfør, sum svarar til umleið 8 km, meðan dreingir og gentur renna 2 umfør, ella umleið 2,6 km. Umframt at renna um stig í Vetrarkappingini, verður eisini runnið um FM-heiti og FM-heiðursmerki í hesum bólkum:

  • Gentur f. 2001-2005
  • Dreingir f. 2001-2005
  • Kvinnuunglingar f. 1996-2000
  • Mansunglingar f. 1996-2000
  • Kvinnur opin bólkur f. – 2000
  • Menn opin bólkur f. – 2000
  • Kvinnur veteranar f. 1962–1971
  • Menn veteranar f. 1962-1971
  • Menn superveteranar f. – 1961
  • Kvinnur superveteranar f. – 1961

FM Cross 2011 rutan 1.3 km
Hesin teinurin skal rennast seks ferðir. Gentur og dreingir renna tvey umfør.

Sum sagt kunnu øll vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg framat og melda til inni á www.fif.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr.

Tað er skilagott at hava góðar skógvar til kappingina. Serliga um vátt er í veðrinum. Okkurt verður lagt á vegin, so til ber at renna við píkum allan vegin.

Startnummar skal heinast leygarmorgunin frá kl. 10 í Studentaskúlanum

Vælkomin oman í Hoydalar

Í 2014 var veðrið serliga avbjóðandi, og 3-2 fekk hesa reportaguna burturúr.

Lendisrenning
Ikki oftari enn so, at vit sleppa at renna í “skóginum” her heima.

0 comment
0

Related Articles