Home BETRI Vetrarkappingin FM í lendisrenning og VK5 í Hoydølum leygardagin

FM í lendisrenning og VK5 í Hoydølum leygardagin

by Hallur Holm

Leygarmorgunin 1. februar klokkan 11.00 verður FM í lendisrenning á fjórða sinni hildið í niðaru Hoydølum. Lendisrenning er tað sama, sum vit rópa cross-renning. Vit fara tó at royna, um ikki lendisrenning kann brúkast og vinna frama, um undirtøka er fyri tí.

Tað eru FÍF og Bragdið, sum skipa fyri kappingini, sum samstundis eisini er 5. umfar av TF-Vetrarkappingini. Kappingin fer fram í vakra umhvørvinum í Hoydølum. Runnið verður á stóru vøkru fløtuni og niðan í viðarlundina, tó bert eystarumegin Hvítanesvegin. Dreingir og gentur renna 2 umfør, ella umleið 2,6 km. Øll hini renna 6 umfør, ella smáar 8 km. Væntandi byrja øll samstundis kl. 11:00, men verður ov trongt, kann kappingarnevndin avgera, at dreingir og gentur renna fyrst.

Melda til her á síðuni, í seinasta lagi fríggjakvøldið 31.januar  kl. 18.00.
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 50,- og fyri børn kr. 20,-. – Gevið gætur, at gjaldast skal on-line við tilmelding.

Startnummar kann heintast í Hoydølum, frá kl. 10 á kappingardegnum.
Tað ber eisini til at melda til á staðnum, í millum kl. 10.00 og 10.30! gg: Tá tilmeldað verður á staðnum, er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,-

Aldursbólkarnir síggja soleiðis út:
Gentur (1998-2002) Dreingir (1998-2002)
Kvinnuunglingar (1993-1997) Mansunglingar (1993-1997)
Kvinnur opin bólkur (-1997) Menn opin bólkur (-1997)
Kvinnur veteranar (1959-1968) Kvinnur superveteranar (-1958) Menn veteranar (1959-1968)
Menn superveteranar (-1958)

Eftir renningina er ein heitur drekkamunnur og vaflur, at fáa í skúlanum, har heiðursmerkjahandan eisini fer fram. Har er eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.
Bragdið og FÍF bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin at luttaka.


Veður og undirlag hevur ikki tað stóra at siga, tá um lendisrenning ræður. Myndin er frá startinum í fjør

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Ann 28.01.14 - 15:46

Gott Hallur ! Lendisrenning – hatta ljóðar betri 🙂

Comments are closed.