Home FÍF FM í orientering

FM í orientering

by Hallur Holm

Sunnudagin kl. 08:00 byrjar fyrsta FM í orientering. Hetta verður við rossagøturnar omanfyri Tórshavn. Tilmelding er í tjaldinum á parkeringsøkinum við Hotel Føroyar. Luttøkugjald er 150,- fyri vaksin og 50,- fyri børn.

Orientering er skipað sum einkultstartur, har tað eru 1-2 min millum hvønn startandi. Tá tíðin hjá tí einstaka byrjar, fær viðkomandi kort yvir rutuna. Hesi kort hava meir upplýsingar (t.d. eru klettar merktir av) enn vanlig kort, men ongi staðarnøvn. Á kortinum eru nummur sum vísa raðfylgjuna sum postarnir standa í. Uppgávan er so at finna postarnar í nevndu raðfylgju og koma á mál skjótast gjørligt.
Tað eru ymsar rutur. Vanliga eru kappingar-ruturnar á ovasta torleikastigið, meðan millum-torleikastigið verður nýtt til motiónsrenning. Av tí at hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri FM í orientering, og at hetta er nýggj grein her heima, hevur FÍF avgjørt at millum-torleika-banin er FM banin hesaferð. Tvs tey, ið hava hug at luttaka í FM skulu melda til í “open intermediate”, ið er 4 km í beinari linju millum postarnar. Fólk eru sjálvandi vælkomin at melda til á truplu banunum; “competition short” (4,9 km) og “competition long” (6,7 km). Barnabanin (árg 99 og seinni) er 1,7 km.

Hesaferð verður einans skipa fyri opnari FM kapping, tvs ongir aldursbólkar.  Um ynski er um at royna orienteering áðren FM verður, so er ein sprint-kapping fríggjakvøldið, har tilmelding byrjar kl. 16 og fyrsti rennarin ferð av stað kl. 18. Her eru teinarnir børn: 1,8 km, open intermediate 1,8 km, competition short 2,7 km og competition long 2,0 km. Eisini er kapping í Nólsoynni leygardagin, har teinarnir eru: børn 1,7 km, open intermediate 3,4 km, competition short 3,5 km og competition long 5,4 km.
Lesið meira á www.hvirlan.fo

 

0 comment
0

Related Articles