Íðkarar:
Startnummur verða latin til umboð fyri hvørt felag sær. Ingun Sørensen fyri Treysti, Anna Maria Seloy, Bragdið og fyri Hvirluna. Møtt verður í seinasta lagið 10 minuttir áðrenn kappingarbyrjan til startin, har tað hjá dómaranum verður váttað fyri luttøku.
Íðkarar verða bidnir um at halda neyvt eyga við tíðarætlanini, og eisini hava eitt vakið eyga við, nær heiðursmerkjahandanin í teimum ymisku greinunum er.
Dómarar og hjálparfólk
Allir dómarar og hjálparfólk eru vælkomin at fáa sær ein bita at eta í ÍSF-húsinum frá kl. 11.00. Kl. 11.30 verður kunnað, hvussu arbeiðsbýti verður. Kl. 12.00 verður farið á breytina at gera tað seinasta klárt. Matur verður eisini seinni á degnum til allar dómararnar og hjálparfólkið. Dómararnir fáa endaligu startlistarnar frá kappingarnevndini, og skulu tí ikki prenta teir út sjálvir.
Dómarar og hjálparfólk leygardag: Niels, Niels Jákup, Rosa, Bjørk, Stefanie, Ingun, Karin, Steingrímur, Svend Åge, Anna Maria, Fríðrikur, Eyðdis, Bjørg, Josvein, Tórur, Tinna, Gutti, Hallur, Debes, Katrin
Dómarar og hjálparfólk sunnudag: Niels, Niels Jákup, Rosa, Teitur, Ingun, Karin, Steingrímur, Jóan Karl, Svend Åge, Fríðrikur, Eyðdis, Tórur, Tinna, Bjørg, Sára, Gutti, Hallur, Debes, Katrin
Spurningar verða svaraðir hjá Halli – 228 338 og Gutta – 230 210.