Home FÍF FM og TF Klaksvík ½-marathon

FM og TF Klaksvík ½-marathon

by Guttorm Sørensen

FM ½-MARATHON OG MOTIÓNSRRENNING

Treysti skipar í ár, fyri fyrstu ferð, fyri ½-marathon í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í ½-marathon. Talan verður um eitt sokallað býar ½-marathon, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km.

Startur og mál verða frammanfyri Gamla Kirkjugarð. Runnið verður tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda.

Talan verður um DAF-góðkendan ½-marathon tein.

Fyri at luttaka skal ein vera fødd/føddur í 1995 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
5. mai 2012. Startur frammanfyri Gamla Kirkjugarð kl. 14.00. Heiðursmerkjahandanin verður kl. 16.30.


Regin Hammer

Tað verður Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, íð kemur at handa sergjørdu heiðursmerkini.

Bólkar:
Í FM verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1995)
– Menn veteranar (f. 1957-1966)
– Kvinnur veteranar (f. -1966)
– Menn superveteranar (f.-1956)

Í TF Klaksvík ½-marathon verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur (1983 og yngri)
– Menn & kvinnur B30 (1978-1982)
– Menn & kvinnur B35 (1973-1977)
– Menn & kvinnur B40 (1968-1972)
– Menn & kvinnur B45 (1963-1967)
– Menn & kvinnur B50 (1958-1962)
– Menn & kvinnur B55 (1953-1957)
– Menn & kvinnur B60 (1948-1952)
– Menn & kvinnur B65 (1943-1947)

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 250,-
Startnummar gevur atgongd til Klaksvíkar Svimjihøll eftir renningina. Tey sum melda til og hava goldið innan 16. apríl fáa eina renniblusu og 20% avsláttur uppá renniútgerð frá Intersport í Klaksvík í tíðarskeiðnum frá 16. apríl til og við 5. mai 2012

Tilmelding
Melda til á www.renn.fo (síðsta freist 2. mai 2012 kl. 24.00). Leinkja til tilmelding er HER. Gjaldast kann við korti.
Gevið gætur: Ongin tilmelding á staðnum. 

Startnummar
Avheintað startnummar í Intersport í Klaksvík 5. mai áðrenn kl. 13.30

Umklæðing
Umklæðing í Badmintonhøllini (300m frá startinum)

Upplýsing/kunning/spurningar
Upplýsingar, kunning ella spurningar kunnu sendast til treysti@treysti.fo ella við at venda sær til Guttorm Sørensen á 230210.

Rutan


Rutan í TF Klaksvík ½-marathon 

Meira kann lesast um rutuna á hesi leinkjuni: HER

0 comment
0

Related Articles