Um slakar tvær vikur, tvs. leygardagin 24. august og sunnudagin 25. august , verður skipað fyri Føroyameistaraskapi fyri ung á Tórsbreyt. Aftur í ár verður kappingin hildin bæði leygar- og sunnudag. Seinasta ár bleiv skipað fyri skrúðgongu tann seinna kappingardagin, og hon verður eftir ætlan aftur í ár. Kappast verður í júst somu greinum sum í 2011.
Kappingargreinarnar í ár verða hesar:
Gentur og dreingir 8-9 ár (2004-05): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 10-11 ár (2002-03): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 12-13 ár (2000-01): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (1998-99): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1996-97): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
Gentur og dreingir 18-19 ár (1994-95): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
harafturat verða hesar boðrenningar. Leygardagin verður 4×100 metrar fyri hesar bólkar:
- gentur og dreingir 10-11 ár
- gentur og dreingir 12-13 ár
- gentur og dreingir 14-19 ár
Og sunnudagin verður 4×200 mix – tvær gentur og tveir dreingir – fyri hesar bólkar:
- 8-9 ár
- 10-11 ár
- 12-13 ár
- 14-15 ár
Um feløgini ikki hava fullmannað lið til kappingarnar, ber til at fáa hjálp frá yngri íðkara í felagnum. Tað er tó bert loyvi at flyta ein aldursbólk upp, og bert loyvi at hjálpa einaferð hvønn dagin. Eitt lið kann í mesta lagi hava tveir íðkarar úr yngri aldursbólki at hjálpa.
Meldað verður til boðrenningarnar á kappingarskrivstovuni á kappingardegnum.
Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00 og hildið á til umleið kl. 14.00. Sunnudagin kl. 13.00 herja vit á aftur og gevast góðar fýra tímar seinni umleið kl. 17.00. Men endaliga tíðarætlanin verður løgd eftir at tilmeldingin er liðug.
Tilmeldingin, er latin upp, og freistin er úti á midnátt týskvøldið 20. august. Tað eru bert limir í feløgunum, sum hava rætt at vera við. Tað er tó møguligt at tekna seg sum lim í felagi í sambandi við hesa kappingina.
Kostnaðurin fyri at vera við er 30 kr. fyri hvønn tilmeldaðan start. Rokning verður send til felagið, sum íðkarin umboðar.