Home FÍF FM ung dagur 1: Føroyskt met í 4x100m kvinnur

FM ung dagur 1: Føroyskt met í 4x100m kvinnur

by Guttorm Sørensen

Nógv góð úrslit á fyrra degnum í FM fyri ung, sum bleiv hildið á Tórsbreyt í dag. Eisini bleiv tað til eitt føroyskt met í 4x100m boðrenningini hjá gentum 14-19 ár, tá liðið hjá Bragdið, sum var mannað við Hildur Poulsen, Sáru Debesardóttir, Margit W. Frímundsdóttir og Elisabet H. Simonsen, runnu teinin uppá 52,66 sekund. Bragdið átti eisini gamla metið, sum var 53,00 sekund og varð sett í 2013.

Kappingarnar halda fram í morgin. Tá verður byrjað við skrúðgonguni kl. 12.30 og so byrja kappingarnar kl. 13.00 og halda fram til umleið kl. 17.00.

Herfrá skal minnast á, at í øllum 60m, 80m og 100m finalum skal avkrossast í seinasta lagi 45 minuttir áðrenn start !

Øll úrslitini frá degnum í dag eru at finna í .pdf niðanfyri:

Úrslit FMung 2015 leygardagur

0 comment
0

Related Articles