Seinni dagurin byrjaðu, sum undanfarin ár, við sera vøkru skrúðgonguni við íðkarum og venjarum. Formaðurin í FÍF, Hallur Holm, helt eina góða røðu, har hann takkaði fyri og vísti stóra á týdningin av miðvísa arbeiðinum, sum verður gjørt úti í feløgunum. Eisini takkaði hann Bjørg Svabo, sum fekk væl uppiborin klapp frá øllum teimum hjástøddu, fyri allar tær frálíku myndirnar hon hevur tikið av kappingum á Tórsbreyt.
Veðrið var gott fyrstu tímarnar, enntá betur enn forsøgnin lovaði, men seinni komu nakrir dropar og tað kølnaði nakað tá tær seinastu kappingarnar blivu avgreiddar. Men sum heild hevur veðrið um vikuskiftið verið gott til FM Ung í ár.
Frá FÍF skal berast ein stór tøkk til allar íðkarar, dómarar, hjálparfólk og áskoðarar fyri eitt avbera gott vikuskiftið við nógvum góðum og spennandi kappingum og nógvum góðum úrslitum.
Myndir, sum Bjørg Svabo hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni á www.hvirlan.fo.
Øll úrslitini síggjast í .pdf niðanfyri.