Home FÍF FM-Ung: Hjálparfólk – Boðrenningar

FM-Ung: Hjálparfólk – Boðrenningar

by Hallur Holm

Á midnátt er evstamark fyri tilmelding til FM-Ung. 

Omanfyri 400 startir eru fráboðaðir, og verður hetta sostatt størsta kapping av sínum slag í Føroyum nakrantíð! Hetta fer at krevja nógv hjálparfólk, og mín vón er tí, at tey flestu sum plaga, og nøkur afturat koma at taka eina hond í antin leygardagin ella sunnudagin. Ella báðar dagarnar. Eini 20-25 dómarar og hjálparfólk koma at vera í gongd alla tíðina teir sjey tímarnar kappingarnar vara í alt. Hetta gevur í alt einar 150 arbeiðstímar ella umleið ein heilan starvsmánað. 

Um Hvirlan, Bragdið og Treysti hava átta dómarar/hjálparfólk tøk hvør hvønn dagin, verður eingin trupulleiki at avgreiða kappingarnar. Tað verða støðgir gjørdir, har hjálparfólk og dómarar kunnu fáa ein kaffimunn og breyðbita.

 


Flestu av hesum verða at síggja á Tórsbreyt leygar- og sunnudagin.

Boðrennning

Í ár fara vit at hava boðrenningar á skránni. Hetta er altíð spennandi og áskoðaravinarligt, og gongur við tí rúkandi ferð. Harafturat eru hesar kappingar við til at menna liðandan og felagskensluna. Fyri at feløgini skulu hava møguleika at manna lið í flest aldursbólkum gjørligt, er avgjørt at hava FM í 4×200 blandað. Hetta merkir, at hvørt liðið er sett saman av tveimum gentum og tveimum dreingjum. Ein drongur rennur fyrstu 200 metrarnar, síðan tekur eina genta yvir, so aftur ein drongur 200 m, og at enda rennur ein genta seinastu 200 metrarnar. Ikki verður loyvt yngri rennara at renna í eldri bólki í hesum kappingunum.

Eitt føroyskt ungdómslandslið mannað við Øyvind Lutzen, Rúna Seloy, Rebekku Fuglø og Vár Gregersen rann hesa kappingina til VU-Spelen í 2006. Úrslitið var á heilt góðari leið, og var tað ikki fyri tær milt sagt vánaligu skiftingarnar, hevði hetta føroyska liðið verið langt frammi á listanum. Tíðin hjá teimum gjørdist 1.59,23  fyri teir íalt 800 metrarnar. Rúni var tá 12 ár, meðan hini trý vóru 13 ár.

Hesar boðrenningarnar verða ætlandi seinastu kappingarnar á skránni sunnudagin. Men leygardagin ætla vit eisini at enda dagin við 4 x 100 m boðrenningum fyri gentur og dreingir tvørtur um aldursmørk. Hetta verður tó ikki FM, men vit vóna tó at fáa tvær sera spennandi boðrenningar, har feløgini helst klára at manna tvey gentu- og tvey dreingjalið hvør.

So er bara at bíða eftir stóra degnum og biðja um gott veður. Spenningi verður ovmikið av!

 

 

0 comment
0

Related Articles