Home FÍF FM-Ung leygar- og sunnudagin

FM-Ung leygar- og sunnudagin

by Hallur Holm

Føroyameistaraskap verður fyri tey ungu komandi vikuskiftið. Seinnu árini hevur kappingin verið hildin ein dag, men av tí at kappingarúrvalið og væntandi eisini luttakaratalið er økt, verður kappingin hesuferð hildin bæði leygar- og sunnudag.

Kappingargreinarnar verða hesar:

  • Gentur og dreingir 8-9 ár (2001-02) 60m, 400m, longdarop, bóltkast og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 10-11 ár (1999-00) 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 12-13 ár (1997-98) 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
  • Gentur og dreingir 14-15 ár (1995-96) 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og diskoskast
  • Gentur og dreingir 16-17 ár (1993-94) 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og diskoskast
  • Gentur og dreingir 18-19 ár (1991-92) 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og diskoskast

Tað verða sostatt 78 kappingar og heilir 234 hálsar at heingja heiðursmerki um. Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00 og hildið á til umleið kl. 13.00. Sunnudagin kl. 13.00 herja vit á aftur og gevast góðar tveir tímar seinni umleið kl. 15.20.

Fyribilsskráin er hjáfest niðast á hesi síðuni. Kappingardagarnir verða ikki broyttir, men tíðarætlanin verður sannlíkt broytt nakað, alt eftir hvussu nógv melda til í hvørjari grein. Men tað verða neyvan tær heilt stóru broytingarnar.

Tilmeldingarfreistin er úti á midnátt mikukvøldið 11. august. Tað eru bert limir í feløgunum, sum hava rætt at vera við. Tað er tó møguligt at tekna seg sum lim í felagi í sambandi við hesa kappingina.

Kostnaðurin fyri at vera við er 50 kr. Og tá er líkamikið hvussu nógvum greinum, kappast verður í.

Tíðarætlan FM-U 2010

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Daniel Djurhuus Rein 12.08.10 - 02:42

hvi ikki 20-21 :<? xD

Comments are closed.