Home FÍF FM Ung – samandráttur

FM Ung – samandráttur

by Guttorm Sørensen

Skrivað: Hallur Holm
Um vikuskiftið varð FM-U fyriskipað á Tórsbreyt. Veðurlíkindini vóru av teimum heilt góðu, men kortini fingu spurtararnir enn einaferð vindin ímóti leygardagin. Sunnudagin vendi hann, men nú var vindurin so nógvur, at ongar tíðir kundu góðkennast sum met. Men tað var turt og sólin sá mest sum allan sunnudagin. Hetta sást eisini aftur á áskoðarafjøldini, sum sjáldan – um nakrantíð – er sædd størri á Tórsbreyt.


Tað er við at verða traditión, at annar kappingardagur byrjar við skrúðgongu

Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini: Úrslit FM Ung 2014

Vibeka í serflokki
Í kappingunum hjá gentum 8-9 ár var tað Treysti, sum fór avstað við øllum gullheiðursmerkjunum. Tað var tann hóast unga aldurin roynda Vibeka Sivertsen, sum vann 60 m, 400 m, longdarlop og kúluvarp. Í bóltkasti bleiv tað til bronsu, men her kom liðfelagin henni til hjálpar, og var tað Miriam Hávarsá, sum fór avstað við tí sigrinum. Bragdargenturnar Ida Chukwudi og Amanda W. Fríðmundsdóttir saman við Hvirlugentuni Emiliu Soll, stóðu seg eisini sera væl, og vunnu flestu av hinum heiðursmerkjunum.


Ida Chukwudi, Vibeka Sivertsen og Amanda W. Fríðmundsdóttir

Bragdið reint borð
Hjá dreingjum 8-9 ár fór Bragdið avstað við øllum somlum heiðursmerkjunum. Og einki løgið í tí. Tí umframt Bragdardreingirnar var bert Ísak Brisenfelt úr Hvirluni við í kappingunum. Hann er nýggjur í kappingarhøpi og hevur eitt ár eftir í hesum aldursbólkinum. Sum væntað var tað Jónas Isaksen, sum vann 60 m og 400 m. Harafturat vann hann longdarlopið. Í kastikappingunum var tað Eiri J. Glerfoss, sum vann kúluvarp og Egil Mittún sum vann bóltkast. Hesir tríggir býttu øll heiðursmerkini millum sín.


Jónas Isaksen, Eiri J. Glerfoss og Egil Mittún

Tvíburðar einaráðandi
1/100 sekund á 60 metrum. 28/100 sekund á 300 m og 1 sentimetur í longdarlopi. So tøtt var kappingin millum tvíburðarnar Hervør og Elin Niclasen úr Bragdinum. Av 12 gull- og silvurheiðursmerkjum fóru systrarnar avstað við teimum 10! Í øllum teimum fimm kappingunum, var tað bert Børka Berg Jørgensen, sum vann á aðrari teirra, tá hon í kúluvarpi við 7 sentimetrum sníkti seg framvið Hervør og vann silvur. Bára J. Glerfoss, Astrid Breckmann og Natasja Anjudóttir vunnu hini heiðursmerkini.


Elin Niclasen, Hervør Niclasen og Astrid Breckmann

Hans Erland og Samuel skjótastir
Hóast Hans Erland Thomsen er láur á vøkstri, er hann millum allarskjótastu dreingirnar í aldursflokkinum 10-11 ár. Óvanliga kviku fetini leggja upp fyri stuttu beinunum, og eingin kundi gera nakað við Hans Erland á 300 m og 600 m, tí umframt sín kvikleika, hevur Hans Erland eisini sera góða orku. Eisini í longdarlopi bleiv tað til gull. Á 60 metrum  gjørdist tó einki við langlimaða og evnaríka Samuel Chukwudi, sum umframt gull á 60 m vann trý onnur heiðursmerki. Í kastikappingum fingu vit heilt aðrar vinnarar. Nýtt navn í kappingarhøpi er Bjartur Brisenfeldt úr Hvirluni, og hann gjørdi ikki mætari enn at stoyta kúluna 8,06 m í fyrstu royndini. Og so langt kláraði eingin av hinum at stoyta. Í bóltkasti eydnaðist Jógvani K. Gullfos úr Bragdinum í seinasta kasti at taka seg frá triðja til fyrsta plássið og harvið gull. Men eisini Mattias Nolsøe Isaksen úr Hvirluni og Miso Buha úr Bragdinum stóðu seg væl í kappingunum og vunnu fleiri heiðursmerki.


Mattias Nolsøe Isaksen, Jógvan Kárason Gullfoss og Samuel Chukwudi


Hans Erland Thomsen og Miso Buha

Treysti móti Elisabet
Treysti hevur havt nógv sterk kort millum ár og dag. Eitt tað sterkasta, ja næstan ryggásin í felagnum, eru tær sterku ungu genturnar frá 2001 og 02. Flestu teirra hava íðkað í nógv ár og eru sera royndar. Og ikki minni evnaríkar. Men í Bragdinum hava tey eina, sum serliga til FM-U plagar at spilla teimum spælið. Og so varð aftur í ár. Elisabet Holm Simonsen vann allar rennikappingarnar og báðar lopkappingarnar. Í hæddarlopi var tó javnt á fyrsta plássi, so at Maria Biskopstø eisini vann gull. Men aftur í ár fingu vit nakrar beinharðar tvídystir millum Oddvør Josephsen og Elisabet, har hin seinna hvørja ferð var undan. Elisabet stóð seg eisini væl í spjótkasti, har hon vann silvur. Men her var einki at gera móti krútsterku Óluvu A. Joensen, sum væl og virðiliga sigraði í bæði kúluvarpi og spjótkasti. Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og Birgit Ryan vunnu fleiri heiðursmerki. Í Lydiu Simonsen sær út til at Hvirlan hevur funnið ein góðan kastara. Hon lá leingi til at vinna bronsu í kúluvarpi, men mátti at enda taka til takkar við 5. plássið, men í spjótkastinum kom bronsan tó trygt til høldar. Eisini Teresa Bláhamar var millum heiðursmerkjavinnararnar í hesum aldursbólkinum.


Oddvør Josehpsen, Elisabet Holm Simonsen, og Maria Biskopstø

5 ymiskir gullvinnarar
Kappingarnar hjá dreingjum 12-13 ár vóru sera javnar og spennandi. Kviki evnaríki Andreas B. Antoft úr Bragdinum var stinnastur á 80 m. Men Bárður Jóhansson úr Hvirluni gav honum góða kapping. At Bárður er styrknaður nógv seinastu tíðina, sást eisini aftur í kastigreinunum, har hann vann silvur í kúluvarpi og við 28 m í spjótkasti gjørdist gullvinnari. Eisini Hans Sivertsen úr Treysti hevur tikið seg nógv fram í vár og summar, og hevði eina frálíka FM-kapping við fýra heiðursmerkjum, har ímillum gull í kúluvarpi. Hans Petur W. Fríðmundsson var væl við í flestu kappingunum, og vann heiðursmerki í bæði spurti, miðteini, lopi og kasti. Í einari sera javnari og spennandi kapping vann hann gull á 300 m. Í miðteinarenningini hevur Pauli Høj staðið rættiliga stinnur í ár, og so var aftur á 600 m til FM, har eingin megnaði at fylgja honum. Jú gullmerkini blivu væl býtt í hesum bólkinum, men umframt sigurin á 80 metrum, vann Andreas B. Antoft bæði longdarlop og kúluvarp, soleiðis at hann gjørdist størsti sigursharrin í bólkinum við trimum FM-heitum. Hesir fimm gullvinnararnir tóku sær av øllum hinum heiðursmerkjunum eisini, uttan silvur í longdarlopi og bronsu í hæddarlopi, sum Elias Thorsteinsson tók sær av.


Bárður Jóhansson, Andreas Bjarnastein Antoft og Hans Petur Weihe Fríðmundsson

Margit við fantomtíð
Tað var nógvur undanvindur sunnudagin, tá spurtfinalurnar vóru. Men okkurt bendir á, at tað ikki bara var vindurin, sum fekk Margit W. Fríðmundsdóttir at renna nógv skjótastu el-tíð nakrantíð mátað av føroyskari kvinnu. 13,38 sekund hevði komið at staðið sum føroyskt met, var tað ikki fyri teimum +4,7 m/s. At hon var ½ sekund undan nærmastu kappingarneytunum kundi týtt uppá, at vit kunnu vænta skjótar tíðir frá Margit í næstum. Margit vann eisini longdarlop og fekk heiðursmerki í bæði hæddarlopi og kúluvarpi. Kastigreinunum tók Hvirlan sær av. Kúluvarpskappingina vann Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge í stórum stíli, meðan Tinna Berg Jørgensen vísti, at hon ikki bara er ein grovur spurtari, men eisini er stinn við klingruni. Hon vann klingrukastið meira enn 5 metrar frammanfyri nr. 2. Flestu FM-heitini var tað kortini Katarina Høj, sum vann. Á 800 var hon einaráðandi, á 300 m fekk hon harða kapping frá Margit, meðan hon í hæddarlopi kom uppum í fyrstu royndini hvørja ferð, til hon gavst eftir sigurin á 140 cm. Karin Holm Simonsen, Guðrið K. Petersen, Elin Kristina Ryan og Rebecka Monja Jørgensen vunnu eisini heiðursmerki.


Tinna Berg Jørgensen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, og Katarina Høj

Níggju ferðir Niklas
9 x gull í níggju kappingum. Hetta gjørdist framúr góða úrtøkan hjá Niklasi Kruse til hetta FM! Tað var bara í kúluvarpi, at sigurin gjørdist tepur. Annars var talan um greiðar sigrar við sterkum úrslitum. M.a. vann hann hæddarlop og setti bólkamet við 168 cm, sum svarar til eitt fjórðapláss á danska styrkilistanum. Millum tey níggju gullmerkini vórðu tvey vunnin í boðrenning. Ikki tí. Nógvir aðrir góðir íðkarar vóru eisini við í kappingunum, og Steintór Egholm, Dánjal Dahl Ljósheim, Dávið Hentze, Rúni Skarðhamar og Gunnar Sivertsen máttu stríðast ein harðan kamp fyri at sleppa á pallin saman við Niklasi.


Gunnar Sivertsen, Niklas Kruse, og Dávid Hentze

Fáar men knáar
Bert fýra gentur kappaðust í bólkinum 16-17 ár, og her var eingin kapping á 400 m og 800 m. Men fyri tað um tær vóru fáar, fingu vit kortini nøkur avbera góð úrslit. 100 m finalan gav hóast lítlan mótvind gull og persónligt met til Hildur Poulsen, sum rann 13,80 sekund. Her megnað Alda Sigurðsdóttir Lamhauge at spurta seg til eitt A-krav og silvur við 13,94 sek. Og á triðja plássi fekk Edna Maria Debes víst, at hon er við at vera komin uppá pláss eftir eitt ár uttan frælsan ítrótt. Hon rann 14.00 sek. Edna Maria vann eisini gull í hæddarlopi. Annars var tað Marita K. Petersen, sum tók sær av øllum hinum gullmerkjunum. Serliga spjótkastið hjá Maritu var gott hendan dagin. Fyri fyrstu ferð, og enntá tvær ferðir, kom Marita út um 35 metrar. Gott nokk við 500 gr. spjótinum, men tað er sera nógv, sum bendir á, at Marita fer at knógva oyl-kravið, sum er 35 m við 600 gr. spjótinum. Her hevur hon verið omanfyri 34 metrar.


Edna Maria Debes, Marita K. Petersen og Hildur Poulsen

Jákup Dahl Ljósheim toppskorari
Við trimum gull-, trimum silvur-, og tveimum bronsumerkjum gjørdist Jákup Dahl Ljósheim úr Hvirluni størsti sigursharrin hjá dreingjum 16-17 ár. Hann van longdarlop, hæddarlop og kúluvarpskappingina. Teitur Bjarnastein vann eisini trý gullmerki við at vinna 100 m, 400 m, og 800 m. Steingrímur Hallsson vann spjótkast og ein hálvskaddur Tórur Mortensen vann klingrukast. Rógvi Johansen var eisini millum heiðursmerkjavinnararnar.


Steingrímur Hallsson, Teitur Bjarnastein og Jákup Dahl Ljósheim (og Ódn)

 

Bjørk púra einsamøll
Bjørk Reynagarð Svabo var einasti luttakari hjá gentum 18-19 ár. Hon kappaðist í kúluvarpi og klingrukasti. Í klingrukasti gjørdist tað til nýtt bólkamet.


Bjørk Reynagarð Svabo

Sjey luttakarar – fimm vinnarar
Eins og í kappingini hjá dreingjum 12-13 ár, fingu vit fimm ymiskar vinnarar hjá dreingjum 18-19 ár. Og her var javnt høgt støði í flestu greinum. Hanus Bergsson og Hallur Simonsen úr Hvirluni borga altíð fyri kvaliteti. Hanus í spjótkasti og Hallur í klingrukasti og kúluvarpi. Hesar kappingarnar vunnu teir eisini greitt. Hanus vann eisini longdarlop. Eingar Gregersen vann báðar kappingarnar hann luttók og bæði á 400 m og 800 m gjørdist talan um góðar tíðir. Hóast sera vánaligan start á 100 metrum, eydnaðist Tummas Napoleon Arge kortini at renna set til FM-heitið á 100 m. Og hóast lítlan mótvind gjørdist tíðin so góð sum 11,92 sek. Í hæddarlopi var tað Dánjal Jákup Niclasen, sum stóð sum sigursharri við 165 cm. Hinir heiðurmerkjavinnararnir vóru Regin Joensen og Hans Hjørleivur Magnussen.


Tríggjar kemur: Hanus Bergsson, Hallur Simonsen og Hans Hjørleivur Magnussen

Boðrenningar
Báðir kappingardagarnir endaðu við boðrenning. Fyrra dagin við 4×100 m og seinna dagin 4×200 mix og 1.000 m. Vit fingur nakrar spennandi kappingar, men tá saman um kom, hevði Bragdið vunnið 11 av teimum 12 boðrenningunum og Hvirlan eina. Ikki tí. Hvirlan og Treysti kundu vunnið onkrar kappingar afturat, men skeiv skifti serliga hjá Hvirluni, kom at kosta teimum dýrt.


1.000 m boðrenning gjørdist sera spennandi.


Eftir 4×100 m hjá gentum 12-13 ár


Takk til Hvirluna (Bjørg) fyri lán av myndum. Vit gleða okkum longu til FM-Ung næsta ár

Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini: Úrslit FM Ung 2014

0 comment
0

Related Articles