Home FÍF FM-Ung: Úrslitini strálaðu um kapp við sólina!

FM-Ung: Úrslitini strálaðu um kapp við sólina!

by Hallur Holm

Viskarabløðini slettu frá síðu til síðu, tá bilurin nærkaðist Tórsbreyt leygarmorgunin. Hevði als ikki kunnað meg um veðurforsagnirnar fyri vikuskiftið, so vónin um gott veður til frælsan ítrótt kámaðist saman við øllum mjørkatáminum hendan morgunin. Men tað skuldi tó vísa seg, at eingin orsøk var at stúra, tí so skjótt kappingarnar byrjaðu, tók eisini sólin eitt ódnartak, brendi burt mjørkatámið og skein so listiliga og hitaði hvønn kropp á Tórsbreyt. At tað so aftur sunnudagin gjørdist talan um nakað sama veður er bara at fegnast um, tí gott veður er nærum ein fortreyt fyri at kappingarnar skulu eydnast til fulnar.

Tað hava verið nógvar kappingar um vikuskiftið!! Nógv góð úrslit hava verið, og fleiri kappingar vóru eisini heilt óvanliga spennandi. Ikki verða stundir til at umrøða allar kappingarnar her. Bert verður trivið eitt sindur í vinnararnar í hvørjum bólki.

Hjá gentum 8-9 ár var tað Marita Mortensen, sum vann flestu gullmerkini. Hon vann kappingarnar í kúlustoyti, bóltkasti og longdarlopi. Í renningini var tað Elisabet Holm Simonsen, sum eitt sindur óvæntað vann gull á bæði 60 og 400 metrum. Sigursvanda Oddvør Josephsen vann silvurmerki í hesum báðum greinunum.

Óli Eyðsteinsson gjørdi bart í øllum kappingunum hjá dreingjum 8-9 ár. 5 gullmerki bleiv tað til, og Óli var einasti íðkari í FM-Ung, sum vann gull í øllum kappingum. Men tað var tó ikki uttan mótstøðu! Størstu mótstøðuna fekk hann frá Heðin Hávarsá á 60 og 400 metrum. Tað var serliga í bóltkasti og kúlustoyti, at Óli veruliga var nógv bestur.

Paulina Fuglø var stinnasti kastari í gentubólkinum 10-11 ár. Hon vann gull í bæði bóltkasti og kúlustoyti. I spurtinum og í longdarlopi stóð eingin Hvirlugentuni Tinnu Berg Jørgensen kurl. Hon vísti seg sum ein sannan superspurtara á 60 metrum. Eisini á 300 metrum royndist hon væl, men her mátti hon lúta fyri Katarinu Høj. Katarina mátti tó eisini lúta fyri Karin Holm Simonsen, sum rann ein sera góðan 600 metur.

Bólkurin við dreingjum 10-11 ár plagar at vera stórur, men til hesa kappingina var hann minni enn vanligt. Gullmerkini blivu væl býtt millum teir stríðssinnaðu dreingirnar. Tað var tó Leivur Mortensen,  sum gjørdist toppskorari við trimum gullheiðursmerkjum. Hann vann 60 metur spurtin, longdarlopið umframt bóltkastið. Pál Niclasen vann eina ótrúliga spennandi 600 metra kapping, Fríði Magnussen vann kúlustoytskappingina og  John Hermann Fuglø vann 300 meturin.

Genturnar 12-13 ár vóru eisini færri í tali enn til hinar kappingarnar í summar. Í hesum bólkinum var tað serliga Marita K. Petersen, sum gjørdi vart við seg. Hon vann stórsigur í spjótkasti, kúlustoyti og hæddarlopi. Longdarlopskappingina vann hon eisini. Hildur Poulsen vann allar tríggjar renningarnar – 80, 300  og 600 metrar.

Steingrímur Hallsson  og Teitur Bjarnastein fóru avstað við teimum gyltastu heiðursmerkjunum hjá dreingjum 12-13 ár. Steingrímur vann gull í hæddarlopi, kúlustoyti, spjótkasti og á 600 metrum. Teitur vann gull í longdarlopi, 80 og 300 metrum. Og í øllum hesum kappingum gjørdist Steingrímur nr. 2. Tóri Nielsen vann silvur í kúlustoyti og spjótkasti.

Tað gjørdist Elsa Berg, sum vann flestu heiðurmerkini hjá gentum 14-15 ár. Hon vann rennikappingarnar á 100, 300, 800 metrum, umframt longdarlop. Kastikappingarnar báðar – spjótkast og diskoskast –  vann Bjørk Reynagarð Svabo. Harumframt vann Bjørk eisini kappingina í hæddarlopi.

Í kappingunum hjá dreingjum 14-15 ár vann spurtkongurin Dánjal Jákup Niclasen gull í stórum stíli á bæði 100 og 300 metrum. Aftrat hesum báðum sigrunum vann hann eisini bæði hæddar- og longdarlop. Marnar Djurhuus vann 800 metur, meðan Hallur Simonsen vann diskos og Hanus Bergsson vann spjótkast. Úrslitið hjá Hanusi var so gott, at tað røkk til A-kravið í talentbólkinum hjá FÍF!!

Tíverri vóru nøkur avboð í kappingini hjá gentum 16-17 ár. Nakað tunnligt var longu frammanundan við tilmeldingum til hendan bólkin, so allar kappingarnar vórðu ikki avgreiddar. Men tað gjørdist so Dagmar Johannesen,  sum vann føroyameistaraheitið á 100,  400 og 800 metrum.

Sum so mangan áður var tað Rúni Seloy, sum tók sær av flestu gullmerkjunum í hansara aldursflokki, sum nú er 16-17 ár. Í ár gjørdist tað til gull í øllum renningunum – 100, 400 og 800 m. Helgi Geyti vann bæði diskoskast og spjótkast, meðan Trygvi Laksafoss vann longdar- og hæddarlop.

Í bólkunum 18-19 ár var bert ein luttakari og hann kappaðist bert í tí einu greinini. Tað var Rói Holgarsson, sum royndi seg á 100 metrum, og kom hann eisini á mál við einari góðari tíð.

Kappingarnevndin fegnast um eina góda kapping, og takkar øllum, sum tóku eina hond í, har á stód. Uttan dygga hjálp frá foreldrunum ber snøgt sagt ikki til at skipa fyri slíkum tiltøkum. Vit gleda okkum longu til næsta ár, og vóna at vit vera enn fleiri tá.

Nú er bert eftir at melda til stóru finaluna, tá 5. umfar av Grand Prix verdur hildid á Tórsbreyt 25. august. Tilmeldingin verdur klár seinni í vikuni.

FMU 2010 úrslit

Myndir eru at finna á www.bragdid.fo og www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles