Home FÍF FM Ung verður 23. og 24. august

FM Ung verður 23. og 24. august

by Guttorm Sørensen

Nú nærkast av álvara til FM fyri ung, sum seinnu árini hevur verið størsta kapping í frælsum ítrótti. Næsta leygar- og sunnudag verður FM hildið á Tórsbreyt. Tað er FÍF saman við feløgunum, sum skipa fyri kappingini. Kappingin er so mikið stór, at kappast verður í tveir dagar. Aldursbólkar og greinar líkjast teimum frá undanfarnu árum, tó at onkrar tekniskar greinar verða avgreiddar skiftivís annaðhvørt ár. Tveir teir elstu bólkarnir hava fingið eina kastigrein afturat, og harumframt fáa tey eisini finaluumfar við trimum eyka royndum.

Bólkarnir  og greinarnar síggjar soleiðis út í 2014:

FM-ung-plakat-2014-GREINAR

 

harafturat verða hesar boðrenningar. Leygardagin verður 4×100 metrar fyri hesar bólkar:

  • gentur og dreingir 10-11 ár
  • gentur og dreingir 12-13 ár
  • gentur og dreingir 14-19 ár

Og sunnudagin verður 4×200 mix – tvær gentur og tveir dreingir – fyri hesar bólkar:

  •  8-9 ár
  • 10-11 ár
  • 12-13 ár
  • 14-15 ár
  • 16-19 ár 1.000 m (100 m, 200 m, 300 m, 400 m) gentur og dreingir

Leygardagin byrja kappingarnar kl. 10.00 og hildið verður á til umleið kl. 14.00. Sunnudagin verður byrjað við skrúðgongu kl. 12.30, og so byrjað kappingarnar kl. 13.00. Væntandi verður alt liðugt umleið kl. 17.00.

Í øllum spurtteinum verða innleiðandi umførini leygardagin og finalurnar sunnudagin.

TILMELDING
Øll tilmelding skal avgreiðast umvegis feløgini, sum senda eina samlaða tilmelding (á excel fílu) til FÍF. Freistin hjá feløgunum at senda sínar tilmeldingar til FÍF er mánakvøldið á miðnátt. Kostnaðurin er kr. 30 fyri hvønn tilmeldaðan start, og verður rokningin send til feløgini. Eftirtilmeldingar kunnu gerast til mikudagin 20. august kl. 12, men tá er kostnaðurin 5 x startgjald (tvs. kr. 150). Tað er ikki neyðugt við tilmeldingum frammanundan til boðrenningarnar. Tær verða avgreiddar á kappingardegnum.

DÓMARAR OG HJÁLPARFÓLK
Til eitt so stórt tiltak, so er eisini tørvur á nógvum dómarum og hjálparfólkum. Til hesi fólk fer FÍF, at leggja eina tilmelding út á heimasíðuna, har ein kann boða frá nær ein kann døma ella hjálpa til. Fýra møguleikar verða at hjálpa til, og tað stendur øllum frítt, um ein velur eitt, tvey, trý ella øll fýra tíðarbilini, sum verða:

kl. 10-12 leygardag
kl. 12-14 leygardag
kl. 13-15 sunnudag
kl. 15-17 sunnudag

FÍF vónar góða undirtøku og helst fleiri íðkarar og startir enn seinasta ár, tá 107 íðkarar og næstan 500 startir vóru tilmeldaðir.

Miðað verður eftir at fáa startlistarnar út mikukvøldið.

 

0 comment
0

Related Articles