Home FÍF FM Ung verður 25. og 26. august á Tórsbreyt

FM Ung verður 25. og 26. august á Tórsbreyt

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 25. august og sunnudagin 26. august, verður skipað fyri Føroyameistaraskapi fyri ung á Tórsbreyt.  Aftur í ár verður kappingin hildin bæði leygar- og sunnudag. Aftur í ár verður, skipað fyri boðrenningum í teimum ymisku aldursbólkunum. Kappingargreinarnar verða hesar:

Gentur og dreingir 8-9 ár (2003-04): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 10-11 ár (2001-02): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 12-13 ár (1999-00): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (1997-98): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og klingrukast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1995-96): 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 18-19 ár (1993-94): 100m, 400m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast

Meiri kunning um boðrenningarnar kemur seinni.

Byrjað verður leygarmorgunin umleið kl. 10.00 og hildið á til umleið kl. 14.00. Sunnudagin verður byrjað umleið kl. 13.00 og vit gevast góðar fýra tímar seinni umleið kl. 17.00. Nágreiniligari tíðarætlan kemur seinni, men tær víkja tó ikki nógv frá fyrr nevndu.

Tilmelding fer fram gjøgnum felagið hjá tí einstaka íðkaranum. Venjari ella annar ábyrgdarpersónur tekur ímóti tilmeldingum vegna sítt felag, og sendir so meyl til FÍF við tilmeldingunum frá sínum felag.

Tilmeldingarfreistin er úti á midnátt sunnukvøldið 19. august. Eftirtilmelding í seinasta lagi 72 tímar áðrenn kappingin byrjar, tvs. mikudagin 22. august kl. 10.00. Kostnaðurin fyri eftirtilmelding er 5 x startgjald.

Tað eru bert limir í feløgunum, sum hava rætt at vera við. Tað er tó møguligt at tekna seg sum lim í felagi í sambandi við hesa kappingina.

Kostnaðurin fyri at vera við er 20 kr fyri hvønn tilmeldaðan start. Boðrenning kr. 80 fyri hvørt lið. Rokning verður send til felagið, sum íðkarin umboðar.

0 comment
0

Related Articles