FM ung verður komandi vikuskifti

Skrivað hevur

Komandi vikuskifti leygardagin 9. sept. og sunnudagin 10. sept. verður FM ung hildið á Tórsbreyt. Fyrra dagin byrja kappingarnar kl. 11.00 og seinna dagin verður byrjað við siðabundnu skrúðgonguni kl. 12.30 og kl. 13.00 byrja so sjálvar kappingarnar.

Tilmeldingin liggur klár her á síðuni og er kostnaður kr. 30 fyri hvønn start, og verður rokning send feløgunum. Freistin at melda til er mánakvøldið 4. september kl. 23.00 !

Greinaúrvælið er økt við rimarenningum og eldru bólkarnir fáa tríggjar kastigreinar. Hetta inniber so eisini fleiri dómara- og hjálparfólkatímar. Væntast kann at brúk verður fyri upp ímóti 250 dómara- og hjálparfólkatímum íalt. Tað plagar at gangast væl við dómarum og hjálparfólkum og tað vóna vit sjálvandi aftur í ár. Ein tilmelding verður gjørd til tað.

Greinarnar í ár eru hesar:
8-9: 60m, 400m, longd, bólt og kúla = 5 greinar
10-11: 60m, 300m, 600m, longd, bólt og kúla = 6 greinar
12-13: 80m, 300m, 800m, 60m/80m rim, longd, hædd, kúla og spjót = 8 greinar
14-15: 100m, 300m, 800m, 80/100m rim, longd, hædd, kúla, skjót og klingra = 9 greinar
16-17: 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, trístøkk, spjót, klingra og sleggja = 9 greinar
18-19: 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, trístøkk, spjót, klingra og sleggja = 9 greinar

Í spurti verða innleiðandi riðlar runnir leygardagin og finalurnar sunnudagin.
Í rimarenningini, sum verður runnin leygardagin, verður lutakast um geilirnar og riðlar, og harvið verður tíðin avgerandi. Tvs. ongin finala verður runnin hóast talan kann blíva um fleiri riðlar.
Í langspurti (300m og 400m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu og verður tíðin avgerandi.

Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir. Í bólkinum 14-15 fáa tey fýra royndir. Bólkarnir 16-17 og 18-19 fáa øll fyrst tríggjar royndir og seks tey bestu fáa so tríggjar eyka royndir.

Leygardagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m innleiðandi, longd og bólt
10-11: 60m innleiðandi, 600m, longd, bólt og 4x100m
12-13: 80m innleiðandi, rim, 600m, hædd, spjót og 4x100m
14-15: 100m innleiðandi, rim, 800m, hædd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)
16-17: 100m innleiðandi, rim, 800m, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)
18-19: 100m innleiðandi, rim, 800m, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-19)

Sunnudagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m finala, 400m, kúla og 4x200m blandað
10-11: 60m finala, 300m, kúla og 4x200m blandað
12-13: 80m finala, 300m, longd, kúla og 4x200m blandað
14-15: 100m finala, 300m, longd, kúla og 1000m boðrenning (14-19)
16-17: 100m finala, 400m, trístøkk, sleggja og 1000m boðrenning (14-19)
18-19: 100m finala, 400m, trístøkk, sleggja og 1000m boðrenning (14-19)

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>