Home FÍF FM Vaksin 2012 – Leygar- og sunnudagin kl. 13 – 16

FM Vaksin 2012 – Leygar- og sunnudagin kl. 13 – 16

by Hallur Holm

Freistin at melda til FM fyri vaksin er útsett til hósdagin á middegi.

Kappast verður leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar frá kl. 13.00 til umleið 16.00. Tíðarætlan og startlistar koma her á síðuna fríggjakvøldið.

Til boðrenningarnar eru gjørd undantøk í aldrinum. Tað ber nú til hjá feløgunum at manna eitt lið, har íðkari/ar eisini kunnu verða føddir í 1998 og 99. Men tað ber bert til at hava yngri luttakarar á EINUM liði. Hetta fyri at feløgini kunnu manna so sterkt 1. lið sum gjørligt.

Í hæddarlop verða hesar hæddir:
Menn: 140 – 145 – 150 – 155 – 160 – 165 – 170 – 175 – 180 – 185 – 190
Kvinnur: 120 – 125 – 130 – 135 – 138 – 141 – 144 –

Í teknisku greinunum eru tríggjar royndir til hvønn íðkara. Eftir tey fyrstu trý umførini verður støðan gjørd upp, og seks tey bestu koma í finaluna, har tey fáa tríggjar royndir afturat. Í finaluni verður raðfylgjan broytt, soleiðis at tað er nummar seks, sum byrjar, og nummar eitt sum endar.

Kappingin er opin fyri øllum, sum hava áhuga at vera við.

Fleiri upplýsingar um FM Vaksin síggjast á forsíðuni á høgra bredda.

 

0 comment
0

Related Articles