FMU 2020: Rimarenningar avgreiddar í kvøld

Skrivað hevur

FMU er í kvøld skotið ígongd við rimarenning. 6 startir hava verið í kvøld og hava vit upplivað alt slag av veðrið. Tíverri var ov nógvur undanvindur í øllum startunum. Úrslitini frá í kvøld eru at finna á Roster-appini.

Vit gleða okkum til fleiri kappingar hjá okkara ungu íðkarum yvir vikuskiftið.

Um onkur hevur hug at koma at forvitnast, hava vit enn tørv á hjálparfólkium til kappingarnar, og er tað serliga í morgin, leygardag, at hjálpin vildi verið kærkomin.


Maria Biskopstø rann undir føroyska metið, men undanvindurin var ov nógvur

Comments are closed.