FMU 2020: Tíðarætlan og startlistar

Skrivað hevur

Í kvøld kl. 17.30 byrjaði FM fyri ung við rimarenningum. Í morgin kl. 11.00 verður byrjað aftur við kappingunum og verður hildið á til umleið kl. 15.00. Sunnudagin verður byrjað kl. 12.30 við siðabundnu skrúðgonguni og verður tað formaðurin í FÍF, Sølvi R. Hansen, sum heldur røðuna í ár. Kappingarnar byrja kl. 13.00 og enda umleið kl. 16.30.

Heitt verður á íðkarar og dómarar/hjálparfólk um at møta í góðari tíð áðrenn kappingarnar í ymsu greinunum byrja. Allir íðkarar verða bidnir um at møtt “undir klokkuni” kl. 12.15 at gera klárt til skrúðgonguna sunnudagin.

Allir íðkarar skulu bera startnummar (navn). Heiðursmerkjahandan verður avgreidd beint eftir kappingin er lokin og úrslitini eru klár.

Allir áskoðarar verða vinarliga bidnir um at halda seg uttanfyri kappingarøkið.

  • Í spurti verða innleiðandi riðlar runnir leygardagin og finalurnar verða sunnudagin.
  • Í langspurti (300m og 400m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu og verður tíðin avgerandi.
  • Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir.
  • Í bólkinum 14-15 fáa tey fýra royndir.
  • Í bólkunum 16-17 og 18-19 fáa øll fyrst tríggjar royndir og seks tey bestu fáa so tríggjar eyka royndir.
Reglur fyri boðrenningarnar:
Yngri rennarar kunnu hjálpa eldri liðum undir hesum treytum
– bert tveir rennarar á einum liðið kunnu vera frá yngri árgangi
– tað ber einans til at rykkja ein aldursbólk upp
– eingin rennari kann renna fleiri enn tvær boðrenningar sama dag
– eldri rennarar kunnu aldrin renna í yngri bólki

Tíðarætlan og startlistar frá Roster: https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-894-StartLists-en-GB.pdf

Tíðarætlan .pdf: Leygardagur FMU

Tíðarætlan .pdf: Sunnudagur FMU

Øll úrslit verða løgd út á Roster-appirnar, so skjótt tey eru klár.

Comments are closed.