FMu hjálparfólk leygardagin

Skrivað hevur

Einans 12 fólk hava vit tøk at fordeila til dómara og hjálparfólkauppgávurnar (smb. tilmeldingini), umframt ‘egið fólk’ til seruppgávurnar. Tað er dekan ov lítið, og tí sær fyribils fordeilingin soleiðis út:

Longdarlop 11-13.50: Hallur, Axel, Haldis, Borgarhjørt +

Hæddarlop 11-11.45: Gunnvá, Anja

Spurtur 11-11.25: Niels Jákup, Annfinn, Regin

Bóltkast 11.45-12.20 og bóltkast 13.25-14.15: Anja, Gunnvá (Regin) ++

Miðtein 11.55-13.25: Niels Jákup, Annfinn

Spjótkast 12.25-14.14: Elsa, Ingilín, Anni, Zacharias +

Klingra 13.20-14.15: Guðmundur (Niels Jákup, Annfinn) +++

Stafettir 14.20-15.00: Niels Jákup, Annfinn, ++

Fólk eru sett á fleiri uppgávir, og kanska ovbyrðaðið í summum førum, men vit vilja heita á foreldur og onnur at taka eina hond við har tað stendur á og/ella at avloysa. Tað ber til at spyrja fyriskiparir hvar man munar mest.

Tíðarætlanin er strøm, so tað er umráðandi at kappingarnar byrja tá tær eru ætlaðar at byrja. Tí noyðast hjálparfólk at møta og samskipa í góðari tíð, og høvuðsdómarir (fyrstnevndi) eiga at møta í serliga góðari tíð, at tryggja at økið er klárt – eisini til upphitingina hjá íðkarinum.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*