Home FÍF FMU verður 27. ella 28. september

FMU verður 27. ella 28. september

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 27. sept. ella sunnudagin 28. sept. verður føroyameistarskap fyri ung á Tórsbreyt ella á breytini á Svangaskarði. Vit fylgja gongdini við at fáa Tórsbreyt lidna, og um hon verður liðug til 27. september so verður FMU har. Um Tórsbreyt ikki verður tøk til tað vikuskiftid, so verður FMU avgreitt á Svangaskarði sunnudagin 28. september.



Kappast verður í hesum bólkum og greinum:
Gentur og dreingir 10-11 ár (fødd 1997-98) kappast í 60m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 12-13 ár (fødd 1995-96) kappast í 80m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 14-15 ár (fødd 1993-94) kappast í 100m, 300m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 16-17 ár (fødd 1991-92) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 18-19 ár (fødd 1989-90) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.

Fyri at taka lut skalt tú vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Seinasta freist fyri tilmelding er 25. september á miðnátt.

Tað er bert møguligt at melda til her á heimasíðuni. Eingin tilmelding verður á staðnum, eftirsum skráin fyri tiltakið verður løgd, tá tilmeldingarfreistin er farin.

0 comment
0

Related Articles