Home FÍF Frá VK-4 í Hvannasundi

Frá VK-4 í Hvannasundi

by Hallur Holm

Tað vóru stak vánalig rennilíkindir tá Treysti skipaði fyri 4. umfari av VetrarKappingini 2007/2008 í Hvannasundi. Tað var nógvur vindur sunnaneftir og nógv regn. Tað var tó minni vindur enn tað var á “Stovugólvinum” fyri fjúrtan døgum síðani. Nógvi vindurin hevði við sær, at tað var sera høg flóð og onkunstaðni eftir Fjøruvegnum fløddi yvir vegin og so mátti vassast nøkur fet.

Tey vaksnu runnu 10 km og børnini 4 km á einum góðum rundteini á 1.030 metrar. Málið var við Gamla Skúla, har eisini var møguleiki at skifta. Hóast baldrut veður, so komu allir luttakarar á mál í øllum góðum, við minnum um ein rennitúr sum seint verður gloymdur.

borgar
Borgar hevur her fingið undanvind

Úrslitið bleiv at hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari við 18,03 min. frammanfyri Moniku Biskopstø úr Treystinum og Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsinum. Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen úr Bragdinum vinnari við tíðini 17,51 min. frammanfyri Johannes Kristensen úr Bragdinum og John Viljam Johannesen úr Treystinum.

bjork
Bjørk R. Svabo og Andrias Hansen í mótvindi og regni. Í millum tey hómast Jan Elmar Sørensen, Henry Olsen og Fríðunn Steinberg

Hjá kvinnunum gjørdist nýkosni DM-vinnarin Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vinnari við tíðini 42,49 min. frammanfyri Fríðunn Steinberg (52,00) og Karin K. Petersen (54,26) úr Treystinum. Bjørk gjørdist samstundis vinnari hjá kvinnuunglingum.

kvinnur
Kvinnur f.v. Fríðunn Steinberg, Bjørk Herup Olsen og Karin K. Petersen

Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum vinnari við tíðini 38,26 min. frammanfyri Borgar Biskopstø (39,34)úr Treystinum, Andrias Hansen (40,16) úr Bragdinum og Jan Elmar Sørensen (40,25) úr Treystinum, sum gjørdist vinnari hjá mansunglingum.

Øll úrslitini eru at finna í .pdf  her og myndir eru at finna í myndasavninum.

Aftaná at øll vóru komin á mál, var heitt kakao og bollar til rennarar, áskoðarar og hjálparfólk at fáa í Gamla Skúla. Eftir at øll høvdu fingið kakao og bollar blivu heiðursmerkir, sum vóru latin av KBI Sp/f, latin nummar eitt, tvey og trý í teimum ymsu bólkunum.

 eta bollar
Alvi og Monika fáa sær heitt kakao og bollar eftir eina strævna kapping

Fimta og seinasta umfar í VetrarKappingini 2007/2008 verður í Runavík leygardagin 29. mars. Tá renna tey vaksnu 10 km og børnini 5 km.

regin
Regin Jóanesarson úr Bragdinum hevur verið íðin luttakari í VetrarKappingini

0 comment
0

Related Articles