Home FÍF Frágera gott venjaraskeið fyri børn 7-10 ár

Frágera gott venjaraskeið fyri børn 7-10 ár

by Hallur Holm

Tveir langir leygardagar í mars vórðu settir av til venjarskeið fyri børn 7-10 ár. 3. og 31. mars vóru dagarnir, har vit umleið átta tímar hvønn dagin vóru undir kønari leiðslu hjá føroysku skeiðshaldarunum Hera Ziska og Randi Kúrberg. Luttakararnir á skeiðunum vóru: Jógvan Glerfoss, Regin Joensen, Elsa Berg, Hallur Holm, Gunnleivur í Gerðinum, Svend Åge Seloy, Heini Høgnason, Sam Vang, Hans Jacobsen, Rógvi Højgaard, Helgi Geyti, Birna Mohr Joensen, Eyðdis Andreasen, Susan Jacobsen, Einar Gregersen, Hjørdis Hávarsá, Karin K. Petersen og Ingrid Fuglø . Onkur av hesum vóru tó bert tann eina dagin.

Luttakararnir vóru stak væl nøgdir við skeiðið. Júst venjaraspurningurin hevur verið ein forðing fyri at frælsi ítrótturin hevur kunnað ment seg enn meira enn hann hevur gjørt seinnu árini. Nú sær út til at feløgini fara at kunna taka enn fleiri limir inn. Allir skeiðsluttakararnir mettu seg hava fingið so mikið góðan førning hesar báðar dagarnar, at tey hava fingið mót at taka sær av barnavenjing úti í feløgunum. Hetta er at fegnast um, tí FÍF sær tað sum eina av sínum størstu uppgávum at førleikamenna venjarar í Føroyum.

Hetta var fyrstu ferð, at FÍF hevur skipað fyri venjaraskeiði við føroyskum instruktørum. Undirritaði hevur verið á øllum skeiðum, sum hava verið hildin í Føroyum, og sigast má, at Heri og Randi stóðu einki aftanfyri teir annars frálíku svensku instruktørarnar, sum hava verið her. Bæði í verkliga og ástøðiliga partinum skein týðiliga ígjøgnum, at hetta vóru instruktørar, sum vistu hvat tey tosaðu um. Har var lítið at ivast í, at hesi í fleiri ár sjálvi hava verið barnavenjarar. Og mangt eitt gullkornið varð givið víðari til okkum á skúlabeinkinum. Vit eiga at vera errin av okkara føroysku instruktørum!

Hetta skeiðið er ein partur av svensku skeiðsrøðini. Í fjør vár var skeið við atliti til íðkarar í 14-17 ára aldri. Síðan eru eisini skeið fyri bólkarnar 10-12 ár og 12-14 ár. FÍF fer sjálvandi at halda fram við hesi venjaraútbúgvingini. Hvat og nær er ikki greitt enn, men tá tað verður, eru øll vælkomin at loypa uppí hesa rullandi útbúgvingarskipanina.


Frá verkliga partinum í Sankta Frans Skúla seinna dagin. Randi sveiggjar koyrilin og vísir venjingar við vektarbólti, sum stimbra rørslurnar til hamarakast. (mynd: Hvirlan)

Hvirlan hevur á heimasíðu sínari meira ítøkiligar frágreiðingar um innihaldið á skeiðunum. Frágreiðing frá fyrra skeiðinum er her: http://www.hvirlan.fo/?p=4911

Og frágreiðing frá seinna skeiðinum er her: http://www.hvirlan.fo/?p=5025

Eisini eru myndir í myndasavninum hjá Hvirluni: http://www.hvirlan.fo/?page_id=4718&album=7&gallery=154

 

0 comment
0

Related Articles