Home FÍF Frágreiðing frá ársaðalfundinum 2013 + formansfrágreiðing

Frágreiðing frá ársaðalfundinum 2013 + formansfrágreiðing

by Hallur Holm

Hóskvøldið 18. apríl var ársaðalfundur FÍF’s hildin á loftinum í ÍSF-húsinum.

Møtt á fundi vegna nevndina vóru: Niels Jákup Jakobsen, Guttorm Sørensen, Jonhard Larsen og Hallur Holm.

Møtt vegna Bragdið: Fríðrikur Bláhamar, Hilmar Høgenni og Herluf Jakobsen.

Møtt vegna Roysnið: Marnar Pattinson og Arnfinn Johannesen.

Møtt vegna Hvirluna: Tummas Napoleon Arge og Helgi Geyti

Møtt vegna Hvistan: Eyðtór Joensen.

Møtt vegna Treysti: nevndarlimirnir Jonhard Larsen og Guttorm Sørensen.

Fundurin byrjaði við at formaðurin bjóðaði vælkomin, og skeyt samstundis upp, at Niels Jákup Jakobsen aftur í ár varð valdur til fundarstjóra. Tað bleiv hann við lógvabrestum. Fundarstjórin gav orðið víðari til formannin, at leggja fram ársfrágreiðingina, sum fundurin góðkendi. Hendan kann lesast undir fundarfrágreiðingini.

Kassameistarin legði síðani grannskoðaðan roknskap fram. Hesin varð eisini góðkendur.

Eingi innkomin mál vóru.

Síðan var nevndarval á skránni. Fyri vali stóðu varaformaðurin Niels Jákup Jakobsen og nevndarlimurin Jonhard Larsen. Báðir høvdu boðað frá, at teir taka við afturvali. Einki annað uppskot var, so teir vórðu afturvaldir við lógvabrestum. Sostatt heldur starvsnevndin fram óbroytt. Nýggir eykamenn verða valdir á hvørjum ári. Fyrsti eykalimur varð valdur Marnar Pattinson og annar eykalimur varð valdur Hilmar Høgenni. Í kappingarnevndina vórðu valdir Guttorm Sørensen, Tummas Napoleon Arge og Hallur Holm.

Grannskoðari FÍF’s øll árini, Inpact, hevur kastað saman við Nota í nýggja felagið Januar. Aðalfundurin valdi at Januar heldur fram sum grannskoðari felagsins.

At enda var komið til ymiskt. Her varð fyrst tosað um kalendaran hjá FÍF, sum alsamt fyllist. Feløgini hava nógvar nýskapanir, sum gera at verri og verri er at finna rúm í kalendaranum, uttan at raka annað tiltak. Enn hevur hetta ikki givið teir stóru trupulleikarnar og feløgini vóru rættiliga samd um, at í øllum førum tey størru tiltøkini eiga at verða samskipað av FÍF. Tað merkir, at feløgini í góðari tíð eiga at áseta teir dagar, tey ætla at hava tiltøk. Vanliga verður kalendarin hjá FÍF kunngjørdur beint áðrenn Vetrarkappingin byrjar í oktober, men í framtíðini eiga vit kanska at hugsa um at lata kalendaran ganga hálvtannað ár fram. Í øllum førum var niðurstøðan, at FÍF eigur at fáa fráboðan um allar kappingar.

Formaðurin greiddi frá, at vit við nú umleið 1.000 limum eftir hondini eru millum tey miðalstóru sersambondini, og í veruleikanum áttu at fingið størri bita av køkuni frá landinum og Danske Spil. Men uttan at skjalprógva okkara limatal í dátugrunninum hjá ÍSF – Askur – fellur argumentatiónin til jarðar. Tí varð staðiliga heitt á feløgini um at fáa allar sínar limir skrásettar. Hetta gera feløgini best við at limarøktarin setur seg í samband við Jarvin Hansen hjá ÍSF. Skrásetingin er eisini umráðandi fyri at vit í Føroyum kunnu hava hagtøl um føroyingar og ítrótt.

Síðani greiddi formaðurin frá, at gomlu ferðakortini í veruleikanum eru útgingin, tó tey framvegis kunnu brúkast umborð á bátunum. Fyri at fáa nýggj kort, skulu feløgini søkja ÍSF um hetta. Nýggja reglugerðin viðvíkjandi ferðakortum ger greitt, at kortini ikki longur kunnu brúkast í sambandi við venjing, men bert til dystir, landsliðsvenjingar o.t.

Arnfinn Johannesen hevði uppskot um, at til kappingar, sum ikki eru FM-meistaraskap, kundi verið áhugavert at havt aðrar vinningar enn heiðursmerki. Hann nevndi at gløs ella krúss eisini kann vera eitt gott minni um eina góða kapping.

Niels Jákup Jakobsen spurdi, hvussu gekst við arbeiðinum við altjóða limaskapi. Formaðurin svaraði, at tá Heri Ziska fór frá sum formaður, var hann í gongd við hetta arbeiðið og fegin vildi halda fram við tí. Heri hevur tilknýti til formannin í íslendska sersambandinum fyri frælsan ítrótt, og væntandi fer FÍF at bjóða honum til Føroya einaferð í summar. Hann vil fegin hjálpa føroyingum framá í strembanini eftir altjóða limaskapi.

Og so var málið um Bingjuna aftur uppi at venda. Og hetta verður tíbetur seinastu ferð. Innihaldið er burturbeint og seinasta rokningin er goldin.

Síðan fall prátið á útgerð til Tórsbreyt. Nøktandi startblokkar, umstøður til stangarlop, hátalaraanlegg o.s.fr. Hvør skal syrgja fyri hesum ymiska. Fundurin metti, at Hvirlan og Bragdið saman við FÍF eiga at gera ein lista yvir væntandi útgerð, og í felag fundast við Tórshavnar Býrað um hetta.

Síðani tók Guttorm Sørensen orðið. Sum leiðari av talentbólkinum harmaðist hann um vánaligu undirtøkuna, sum mið- og langteinarennarar vísa Vetrarkappingini. Helvtin av øllum útreiðslum FÍF´s verða brúktar uppá talentbólkin, so FÍF eigur at kunna krevja okkurt afturfyri. T.d. at fólk luttaka í Vetrarkappingini. Sum høvuðsfyriskipari av flestu kappingum helt Guttorm, at meira skil eigur at verða á kappingarøkinum, tá kappingar eru. T.d. at áskoðarar ikki ganga og mala á kappingarøkinum og at allir dómararnir eru eins ílætnir. Eisini metti hann, at tilmeldingin til FM og FM-Ung mangan hevur verið heldur óseriøs, og at tað tí skal vera upp til felagið/venjararnar at gera tilmelding fyri alt felagið. Á tann hátt kann sleppast undan nøkrum av teimum alt ov nógvu avboðunum, sum eru til kappingarnar.

Hilmar Høgenni eftirlýsti skjótari úrslitatænastu. Hann skeyt upp, at onkur persónur fekk til uppgávu at boða fjølmiðlum frá beinanvegin eftir kapping, hvør gjørdist nr. 1, 2 og trý í hvørjum bólki, og møguliga eisini, hvussu samlaða støðan tá sær út. Her varð serliga hugsað um teir mongu tíðindamiðlarnar á netinum.

Tummas Nap. Arge spurdi um FÍF hevur nakra støðu til at ungir íðkarar undir feløgum FÍF´s, koma í samband við eitt umhvørvi, har dopingevni verða nýtt. Burtursæð frá at FÍF er ímóti øllum slagi av doping, er ikki so nógv, FÍF fær gjørt við hetta. Men í øllum førum eiga teir venjarar, sum fara á venjingarstøðir við ungum íðkarum, at leggja rættan hugburð í teir og gera teimum greitt, at doping ikki bara er snýt, men eisini kriminelt og revsivert.

Fundurin varð lokin kl. 21.31.

Formansfrágreiðing fyri FÍF 2013

Skrivaða fundarfrágreiðingin hvarv úr telduni, og tí kemur her ein seinkað fundarfrágreiðing, sum eisini er styttri og byggir á munnligu frásøgnina á fundinum. Okkurt er lagt afturat, og okkurt er ivaleyst gloymt….

Við míni triðju ársfrágreiðing standi eg á gáttini til fjórða árið sum formaður fyri FÍF. Seinastu árini hevur nógv av arbeiðinum í FÍF lagt seg í fasta legu, og er hetta nakað eg havi verið við til at bygt upp, longu árini frammanundan mína formanstíð. Um feløgini ynskja at FÍF onkursvegna skal skifta kós, ella at størri broytingar skulu fremjast, eiga feløgini at hyggja seg um eftir nýggjum formansevni til næsta ár. Og tað eiga tey undir øllum umstøðum, tá tað ikki er greitt, um eg stilli uppaftur næsta ár. Harafturat er altíð gott, um meira enn eitt formansevni er at velja ímillum.

Beint undan seinasta aðalfundi var fyrsta venjaraskeiðið við føroyskum instruktørum hildið. Næsta skeiðið er sett at vera longu nú komandi vikuskifti. Eitt sindur ivasamt er, hvussu verður við luttøku, tí vit hava enn einki frætt frá feløgunum. (Dagin eftir aðalfundin gjørdist greitt, at skeiðið verður útsett til oktober.)

Eisini arbeiða vit við at fáa Thomas Nolan til Føroya. Thomas er ein av allarbestu rennivenjarum í Danmark, og hevur hetta seinasta árið ferðast runt Danmark, har hann hevur hildið skeið í motiónsrenning. Við tí undirtøku, sum motiónsrenningin hevur í Føroyum beint nú, er hetta heilt sikkurt eitt áhugavert skeið fyri føroysku feløgini. Ætlanin var, at Nolan skuldi koma til Føroya í vár, men tað hevur ikki eydnast at finna eitt hóskandi vikuskifti. Í løtuni verður arbeitt við at finna eitt vikuskifti í heyst.

Annars vil eg fegin bera Hvirluni stórt rós fyri at taka venjaraútbúgving í so stórum álvara. Seinasta vikuskifti endaði fyrsta umfarið av “venjari 2”, sum ÍSF skipar fyri. Her vóru seks av tjúgu skeiðsluttakarum úr Hvirluni. Limir úr Hvirluni hava eisini verið til “venjari  1” og fleiri hava verið við til svensku venjaraútbúgvingina. Úrslitið er, at Hvirlan hevur fleiri ung, sum venja børn, og er tí ført fyri at taka enn fleiri limir til felagið. Hetta er ein sólskinssøga, sum eg haldi at hini feløgini eiga at læra av.

Ein onnur sólskinssøga er at felagið í Eysturoynni, Roysnið, eftir at hava ligið í dvala í nøkur ár, nú er raknað við aftur. Rennarar úr Eysturoynni hava fyri tað mesta umboðað Treysti, men eftir hondini eru tey vorðin so mikið fjølment, at grundarlag nú var fyri at endurstovna felagið. Tað er tí sera gleðiligt at síggja umboð frá Roysninum á aðalfundinum í kvøld. Og eisini var gleðiligt at síggja teirra umboð í nýggju grønu búnunum til seinasta umfarið í Vetrarkappingini. Gleðiligt var eisini at síggja teir nógvu  orangelittu jakkarnar hjá Frælsi, tá tey skipaðu fyri triðja umfari av Vetrarkappingini í Sørvági í januar.  Tað fløvar at síggja, at har er lív í, og at so væl lá fyri at skipa fyri. Á sama hátt skal Hvistan í Suðuroy hava stórt rós fyri at skipa fyri sætta umfari av Vetrarkappingini. Tey komu sera væl frá uppgávuni.

Heimasíðan hjá FÍF er umsíður “komin heim”. Eftir fyrst at hava verð kallað athletics.fo og síðani renn.fo, eitur hon nú endiliga eftir sersambandinum: www.fif.fo. Formaðurin heitir á øll um at venja seg við at brúka hetta heiti, tó hini heitini framvegis eru virkin. Hetta er sjálvandi ein lítil promovering av FÍF.

Tað er nýggja klædnaavtalan hjá FÍF við Vilt eisini. Klædnaavtalan inniber nýggj kappingarklæðir til bæði talent- og oyl-liðið. Harafturat eru litríkir jakkar til dómarar og hjálparfólk við í avtaluni.

Verri hevur gingist við at røkka málinum um at finna ein høvuðsstuðul til FÍF. Í tveimum umførum hava vit hildið okkum hava stóra kalvan undir borðinum, men í báðum førum er tað blivið til einkis. Arbeiðið við at finna ein høvuðssponsor heldur fram.

Av kappingum uttanlands seinasta árið er lítið at ivast í, hvør var tann týdningarmesta. T í mei rann fyrsti føroyingur nakrantíð undir Merkinum til eitt norðurlandameistaraskap. Tað hendi á Østerbro Stadion, tá Bjørk Herup Olsen rann 10.000 m.

Eitt annað merkisvert úrslit kom dagin eftir, tá Jens Weihe um somu leiðir rann Keypmannahavnar Maraton. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna bólkin +65 ár frammanfyri 90 mótstøðumonnum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur sín bólk í Keypmannahavn. Tíðin hjá Jensi var 3.26.33. Her skal skoytast uppí, at Valborg Heinesen gjørdist nr. 2 í sínum aldursflokki.

Heri Ziska hevur eisini umboðandi elitubólkin hjá FÍF verið til EM fyri veteranar bæði í 2012 og 2013. Tað er bert umleið ein mánaður síðani hann kom heim úr San Sebastian í Spania, har hann vann bronsu í øllum trimum kappingunum, hann luttók í: hamara, klingru og vektkast. Tó Heri varð noyddur at umboða Danmark, er hetta eitt gott høvi hjá okkara mongu stinnu eldru íðkarum at bjóða Europa av.

Størsta ferðalið nakrantíð hjá FÍF fór til VU-Spelen fyrst í juli. Heili 22 fólk, harav 14 úr talentbólkinum, 3 frá A-landsliðnum og 5 leiðarar vóru við. Nógv heilt góð úrslit komu, og vit fingu eisini fýra nýggj føroysk met. Tvey til Bjørk Herup Olsen og tvey til Øssur Debes Eiriksfoss.

Ætlanin er aftur í ár at fara til VU-Spelen við A-landslinum og talentbólkinum. Hetta skuldi samstundis givið oyggjaleikaluttakarunum góða kappingarvenjing tvær vikur undan oyggjaleikunum. Oyl-landsliðið verður kunngjørt 6. mei. Fyribils hava 10 klárað úttøkukrøvini.

Virksemið við talentbólkinum hevur verið minkandi. Venjingin í feløgunum er góð og vælskipað, og tað er ikki venjingin við talentbólkinum, sum flytir fjøllini. Í talentbólkinum hava vit roynt ymiskar venjingar, har øll kunnu venja saman. Eisini hava vit havt ymiskar náttúruupplivingar. At mennast sosialt sum bólkur hevur verið/er blivið eitt av málunum við talentbólkinum, og tað halda vit hevur eydnast væl. Ætlanin er at hava tvær venjingarlegur áðrenn farið verður til VU-Spelen.

FM fyri vaksin var eitt sindur skuffandi. Fyri at sleppa undan at raka á summarfestivalin høvdu vit flutt tað til næstseinasta vikuskifti undan ólavsøku. Men so flutti G-festivalurin eisini sítt tiltak eina viku fram. Hetta kann hava verið ein partur av orsøkini til heldur lakaru luttøkuna. Veðrið var heldur einki at reypa av, og kann vera orsøkin til, at fleiri avboð komu í seinastu løtu. Serliga var luttøkan lítil hjá kvinnum.

Hinvegin gjørdist FM fyri Ung aftur í ár ein megnarsuccés. 120 luttakarar í 450 startum  var enn einaferð metluttøka. At veðrið eisini skikkaði sær væl, gjørdi tað so avgjørt ikki verri. Seinni dagurin byrjaði við at feløgini gingu skrúðgongu inn á vøllin, og var hetta, í øllum førum fyri okkum sum hava verið við frá byrjan, ein sera vøkur og rørandi sjón.

Eisini Grand Prix á breytini hepnaðist stak væl. Bragdið, Hvirlan og Treysti høvdu ábyrgdina av hvør sínari kapping, og gekk hetta upp á stás. At ein slík Grand Prix  kapping hevur eitt umfar í mei, eitt í juni, og tað seinasta um miðjan september, ger kappingina ósamanhangandi. Tí verður hetta broytt í ár, soleiðis at ein kapping verður í mei og tvær í juni. Seinasta dagin hava vit mangan staðið leingi og bíðað eftir at endaligu úrslitini verða roknað saman. Fyri at sleppa undan hesari bíðing, verða eingi heiðursmerki latin seinasta kvøldið. Ístaðin verður skipað fyri Grand Prix Afterparty leygarkvøldið eftir við mati, hugna og heiðursmerkjahandan. Hetta verður hølunum hjá Starvsmannafelagnum.

Hesin leistur ger so, at betri rúm verður fyri feløgini at skipa fyri kappingum eftir summarfrítíðina.

Tað gjørdist heldur fátæksligt við stevnurenningum í ár. Orsøkin var at kappingin ikki varð skipað sum eitt samlað Grand Prix. Í 2011 vóru rættiliga nógvir rennarar við til stevnurenningarnar, men tá til stykkis kom, vóru ikki so nógvir, sum høvdu runnið fimm av teimum sjey kappingunum, sum kravdust fyri at gjøgnumføra Grand Prix’ið. Og tí varð mett, at áhugin fyri sjálvum Grand Prix’num hjá teimum vaksnu ikki var nóg stórur til at vit skuldu fyriskipa tað í 2012. Men nú í 2013 verður aftur Grand Prix kapping á stevnunum, og vit vóna at síggja fleiri vaksin og børn til renningarnar.

Vetrarkappingin, sum nýliga er lokin, gjørdist hin best umtókta nakrantíð. Eisini mugu vit siga, at vit nokk høvdu tað besta veðrið nakrantíð! Sjey umfør vóru í vetur, nú Hvistan og Frælsi eisini bjóðaðu seg fram sum fyriskiparar. Sannlíkt verður enn eitt umfar næsta ár, sum Hvirlan kemur at verða vertur fyri. Seinasta umfarið av Vetrarkappingini var samstundis FM á 10 km. Hetta hevur annars verið runnið týskvøld á eystanstevnu, men er nú lagt uppí Várkappingina. Hetta verður sannlíkt eisini leisturin næsta ár.

Feløgini hava verið sera aktiv innandura í vetur. Og at heilir 80 føroyingar eru í Reykjavík til frælsan ítrótt hevði verið fullkomiliga óhugsandi fyri bert heilt fáum árum síðani. Men hetta var veruleikin, tá Hvirlan, Treysti og Bragdið vóru við í stóru innandurakappingini í Stórmót IR. Eisini er tað vanligt, at feløgini senda síni bestu við til DM fyri Ung innandura, og so var aftur ár. Her vann Rebekka Fuglø tvær gull og Marnar Djurhuus eina bronsu.  Eftir allar innadurakappingarnar í vetur, standa nú nýggj met hjá monnum á 50 m, 60 m, 1.500 m, 3.000 m og 60 m rimarenning. Hjá kvinnum eru komin nýggj met á 60 m, longdarlopi og trístøkk.

Eisini hava feløgini dugað væl at finna upp á nýggj tiltøk. Náttúrurenning, mannfólkarenning, vindmyllurenning, Suðuroy 25 K og skipaðar kirkjurenningar. Alt nýggj, góð og spennandi tiltøk, sum tó byrja at rúgva upp í samlaða kalendaranum. Skulu øll tiltøk samskipast av FÍF? Lagt verður upp til eitt prát um hetta undir ymiskt.

Arbeiðið viðv. Hagtalsgrunninum er nú sett á skinnarar aftur. Íslendingurin Fríðrikur Oskarsson hevur staðið fyri íslendskum hagtølum fyri frælsan ítrótt í 30 ár. Hann vil fegin hjálpa okkum, og vil lata okkum brúka hansara databasu til endamálið. Tað verða í høvuðsheitum Regin Reinert, sum frammanundan hevur savnað øll føroysk met og Fríðrik Oskarsson sjálvur, sum koma at standa fyri arbeiðinum. Enn er endaligi arbeiðssetningurin ikki endaliga lagdur, og heldur eingin tíðarætlan er løgd. Men vit tora at siga, at arbeiðið nú er sett á skinnarar.

Næsta vár verður HM í hálvum maraton hildið í Keypmannahavn. Fyri fyrstu ferð sleppur almenningurin at renna aftaná øllum stjørnunum, og Dansk Atletik Forbund seldi í tí sambandinum 25.000 startnummur. Vitandi, at áhugin fór at verða ovurstórur, bílegði FÍF startnummur beinleiðis frá DAF. Gravgangur var eisini í Føroyum, tí tak tók bert ein dag at selja tey 100 startnummurini. Vit fingu so nøkur afturat frá DAF, sum heldur eingin trupulleiki var at sleppa av við. Harafturat hava aðrir føroyingar keypt startnummar beinleiðis frá DAF, so tað verða omanfyri 150 føroyingar, sum fara niður at renna HM í hálvum maraton 29. Mars næsta ár.

Ætlanin hjá FÍF var upprunaliga at skipa fyri ferðini. Men tilboðið frá Atlantic Airways var langt frá nøktandi. Tí fer FÍF IKKI at skipa fyri flogferðini. Hinvegin verður skipað fyri gisting. Kunning um ferðina fer í størsta mun fram umvegis bólkin á facebook.

Í september var FÍF vertur fyri felagsskapinum World Harmony Run, sum er felagsskapur, ið rennur fyri friði í heiminum. Tey vitjaðu á skúlum kring landið og lótu teirra kyndlar ganga hond úr hond, meðan tey runnu saman við børnunum.

Vit standa á gáttini til enn eitt nýtt kappingarár, har umstøðurnar á Tórsbreyt langt um leingi verða betraði. Teknikkrúmið sigst verða liðugt til fyrsta Grand Prixið í mei. Vónandi verður nógvur aktivitetur og nógv góð úrslit á Tórsbreyt í summar, men størsta uppgávan liggur handan hav á Bermuda í juli. Fari at enda við at ynskja okkara oyggjaleikalandsliði góða eydnu.

Og síðst men ikki minst vil eg senda feløgunum eina stóra tøkk fyri seinata árið. Feløgini hava verið sera virkin seinasta árið, og hetta hevur ført frælsa ítróttin enn eitt fet fram á leið.

Hallur

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríðrikur 24.04.13 - 07:25

Takk Hallur.

Kølle 24.04.13 - 21:27

Dejligt at kunne laese disse meget oploeftende konstateringer. Rigtigt mange skal have stor ros for baade planlaegning, afvikling og energisk deltagelse i aktiviteterne.

Comments are closed.