Home FÍF Frásøgn úr Stokkhólmi

Frásøgn úr Stokkhólmi

by Hallur Holm

Nærum hvørjaferð unglandsliðið skal á ferð, legst mjørkin sum ein dýna yvir flogvøllin “hjá vágamonnum”. So var eisini hesaferð. Ætlanin var at flúgva fríggjakvøldið kl. 18.30, men tá vit komu á flogvøllin, var fráferðin útsett til kl. 04.00. Har gjørdist einki uttan at taka av innbjóðingini frá fam. Gregersen í Sandavági. Men hvat bilti tað? Har varð sýndur stórur blíðskapur. 3 rættir á borðið beinanvegin. Fesk súpan frá Eydnu og Streingjasúpan frá Atla! Jú sjongurin rungaði, og tað mundu serliga vera “Una Paloma Blanca” og “You’ll Never Walk Alone”, sum mundu fingið tekjurnar í Miðhjøllum upp frá!

Síðan var venjing á skránni. Tað bleiv runnið hart og væl í trappum og brekkum kring Miðhjallar. Tá vit komu aftur, funnu vit út av, at fráferðin enn einaferð var útsett – hesaferð til leygarmorgun kl. 11.15. Men so sluppu vit at sova hampuliga leingi. Og eftir at hava notið vældekkað morgunmatarborð, fóru vit aftur á flogvøllin at bíða. Og bíða. Og bíða. Tá klokkan nærkaðist 13.00, vórðu vit endiliga rópt til fráfaring.

Guttorm stóð fyri okkum í Billund. Í leigaða 9 persóna Fiat-bilinum koyrdu vit til smátturnar í Vejle. Eftir góðan nátturðabita frá Ingun, vóru vit ein lættan rennitúr í Nørreskoven. Sunnumumorgunin fóru vit á rennibreytina at venja, og um kvøldið vóru vit aftur ein heilt lættan túr í skóginum.

Mánadagurin var stóri koyridagur. 900 kilometrar í Fiat-bussinum skuldu afturumleggjast, so vit løgdu til brots longu kl. 8.30.  9 tímar við svøvni, sangi, og matarstøðgum seinni rullaðu vit inn á p-plássið hjá Scandic Hotel í Stokkhólmi.

Í morgun týsmorgun hava vit saman við “føroyinginum í Stokkhólmi” – Hera Eysturlíð –  verið á rundferð í býnum. Ein sera áhugaverdur túrur, har vit m.a. vitjaðu støðini, har Olof Palme og Anna Lind blivu myrd.  Vit hava vitjað Gamla Stan,  tvær kirkjur, sæð gamla trolaran Vágbing, sum nú  er teaturskip. At enda keypti Heri okkum eina pripps blå øl (lætt), har gamla Tvøroyar-skonnartin Marité er avmyndað.

Nú gongur leiðin oman á gamla olympiska leikvøllin frá OL í 1912, har vit fara at hyggja eftir øllum teimum mætu heimsstjørnunum innan frælsan ítrótt. Kappingin verður víst beinleiðis í Eurosport, og vit fara at royna at vísa Merkið fram.

Í morgin fara so okkara ungdómar at kappast. Onkrir smáskaðar eru. Vár er illa stungin í fótin av mýggjabitum. Fótablaðið er hovið, men vit vóna, at hon sleppur í píkaskógvarnar í morgin. Rúni hevur eymar tjúkkar, meðan Rúni gremur seg um pínu í lendunum. Men væntandi verða øll klár í morgin, og geva alt tey eiga. Meira verður at frætta um kappingarnar mikukvøldið.

0 comment
0

Related Articles