Fríggjadagin byrjar Grand Prix á breytini

Skrivað hevur

Longu komandi fríggjadag byrjar Grand Prix kappingin á breytini, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Tey bæði seinastu árini hava vit skipað fyri 5 kappingum, men í ár vera bara tríggjar, og verða tær allar hildnar á Tórsbreyt. Fríggjakvøldið 18. mei verður tað Bragdið sum skipar fyri, og kappingarnar verða hesar:

  • Menn: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Kvinnur: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk, og klingrukast
  • Dreingir 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Gentur 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
  • Gentur 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
  • Dreingir 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
  • Gentur 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
  • Dreingir 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
  • Gentur 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
  • Børn 5-7 ár: 60 m

Í ár verða eisini tey vaksnu ein partur av Grand Prix’num, sum vit tí ikki longur fara at kalla Grand Prix fyri Børn & Ung, men Grand Prix á Breyt. Kappingarhátturin er skipaður á sama hátt, soleiðis at hvør aldursbólkur hevur fýra ymiskar kappingar: spurt, miðtein, kast og lop. Stigaskipanin verður broytt. Vit fara ikki longur at brúka norsku Tyrvingtabellina. Í ár verður tað soleiðis, at nr. 1 í hvørji kapping fær 10 stig, nr. 2 fær 9 stig o.s.fr. Og tað verður tann sum hevur flest stig eftir tey trý umførini, sum gerst samlaður vinnari. Og øll trý umførini telja við. Tey allarminstu – 5-7 ár – sleppa eisini at renna eina kapping hvørt kvøldið. Hetta er tó uttan fyri Grand Prix’ið.

Kappingingarnar fríggjakvøldið byrja kl. 18.30, og fara í mesta lagi at vara í 3 tímar.

Tað er klárt at melda til kappingarnar. Vegna umleggingar í tilmeldingarskipanini, er tað ikki víst, at tilmeldingin sæst beinanvegin í yvirlitinum. Men tá skipanin sigur “takk fyri tilmeldingina” er tín tilmelding avgreidd.

Seinasta freist at melda til er mikukvøldið! Ongin tilmelding verður eftir hetta. Heldur ikki á staðnum!


Grand Prix’ið verður bæði fyri børn, ung og vaksin. Kanska fáa vit aftur onkra feðga-uppgerð í summar? Her eru tað Gregersen-feðgarnir í eini spurtuppgerð í Runavík. (mynd: Treysti)

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*