Home FÍF Fyrsti føroyameistarin í vitarenning

Fyrsti føroyameistarin í vitarenning

by Hallur Holm

Í sambandi við stóra tiltakið FAR-O, sum Hvirlan fyriskipaði seinasta vikuskiftið, var eisini fyrsta FM í vitarenning nakrantíð hildið. Vitarenning er ikki bara ein nýggj ítróttargrein í Føroyum, men eisini eitt nýtt orð, sum merkir tað sama sum orienteringsløb á donskum. Randi Kúrberg er komin við hesum fitta orðinum, sum liggur væl í munninum, og rúmar ymiskum týdningum.

Yvir 100 útlendskir rennarar vóru í kappingunum, sum vóru bæði fríggja- leygar- og sunnudagin. Sunnudagin var so innbygdur partur av kappingini á intermediate-teininum. Luttøkan hesa allarfyrstu kappingina var ikki stór. Bert tveir menn vóru møttir til sjálva FM-kappingina, nevnliga Ljósheim-feðgarnir Axel og Jákup. Tað var tann yngri Jákup, sum sigraði á pápanum, og harvið gjørdist fyrsti føroyameistari í vitarenning.


Feðgarnir Axel og Jákup Dahl Ljósheim vórðu fyrstu heiðursmerkjavinnararnir í vitarenning.

Hvirlan hevur ætlanir um at skipa fyri bæði venjingum og kappingum í vitarenning næsta árið, so vónandi verða fleiri, ið halda seg framat. Vitarenning er spennandi kapping, har einki er avgjørt fyrr enn seinasti vitin er funnin, og samstundis gevur vitarenningin náttúruupplivingar og avbjóðingar frá topp og tá, til bein og heila.

Lesið meira um kappingarnar og hetta stóra forkunnuga tiltakið á heimasíðuni hjá Hvirluni: www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles