Home FÍF Gleðilig jól!

Gleðilig jól!

by Hallur Holm

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir øllum eini gleðilig jól, og eitt eydnuberandi nýggjár.

Takk fyri farna árið, sum hevur verið sera hendingaríkt. Eldsálir innan frælsa ítróttin hava alt árið borið okkara ítrótt fram og ment hann. Øllum tykkum takka vit hjartaliga. Ein serlig heilsan fer til teir dugnaligu venjararnar úti í feløgunum.  Tit gera dag og dagliga eitt sera stórt arbeiði, sum er sjálvt grundarlagið undir okkara ítrótt.

Eitt nýtt og spennandi ár við nógvum avbjóðingum stendur framman stavn. Serliga spennandi verður at senda eitt sterkt ungt lið til oyggjaleikirnar á Bermuda í summar. Tykkum øllum verður ynskt góða eydnu við hesum fyrireikingum.

0 comment
0

Related Articles