Home FÍF Góð úrslit í seinasta umfari av Grand Prix

Góð úrslit í seinasta umfari av Grand Prix

by Hallur Holm

Tað vóru nøkur væl uppløgd børn og ung, sum saman við foreldrum møttu til triðja og seinasta umfar av Grand Prix á Svangaskarði í ár.

Líkindi at kappast á Svangaskarði í gjárkvøldið vóru rættiliga góð, hóast tað sirmaði eitt sindur eina løtu, tí tað var næstan stilli meðan kappingin fór fram. At teir ungu íðkararnir eru blivnir betri í summar sást aftur í úrslitunum í gjárkvøldi, tí fleiri teirra megnaðu at fáa besta stigatal higartil.

Tað lá spenningur í luftuni, tí hetta var seinasta umfar og samstundis avgerandi fyri hvussu plaseringarnar fóru at verða býttar millum íðkararnar, sum høvdu luttikið í minst tveimum umførum.

Tað komu fleiri góð úrslit og m.a. eitt føroyskt met hjá kvinnum og haraftut eisini nøkur nýggj bólkamet. Øll úrslitini frá í gjárkvøldið eru at síggja her (pdf). 

Býtið av teimum 38 heiðursmerkjunum bleiv sera javnt millum tey trý feløgini við íðkarum, sum høvdu luttikið í minst tveimum kappingum. Treysti varð tað felagið sum vann flest heiðursmerkir, meðan Bragdið vann næstflest og Frælsi triðflest, men bæði Bragdið og Frælsi vunnu fleiri gullheiðursmerkir enn Treysti. Treysti vann 14 heiðursmerkir, Bragdið 13 heiðursmerkir og Frælsi 11 heiðursmerkir. Býtið gjørdist hetta:

Bragdið 13: 6 gull, 4 silvur og 3 bronsu
Frælsi   11: 6 gull, 3 silvur og 2 bronsu
Treysti 14: 4 gull, 5 silvur og 5 bronsu

Umframt heiðursmerkir, so hevði FÍF gjørt av, at lata steyp til tann íðkaran hjá gentum og dreingjum, sum høvdu fingið flest stig (besta úrslit) í einari kapping sambært stigatalvuni, sum hevur verið brúkt. Hesi bæði steypini endaðu, ikki óvæntað, hjá íðkarum, sum eru við á ungdómslandsliðnum.  

Flest stig hjá gentunum fekk Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum fyri 2.000m teinin, sum hon rann í gjárkvøldið uppá 7.01,0 min. og gav tað 882 stig. Bjørk var eisini tann gentan, um fekk næstflest stig. Hon fekk 845 stig fyri 1.500m uppá 5.07,7 min.  í øðrum umfari, meðan Rebekka Fuglø var tann gentan sum fekk triðflest stig. Hon fekk 835 stig fyri at renna 400m uppá 64,3 sekund í gjárkvøldi.

Hjá dreingjunum fór steypið til Rúna Seloy, sum í gjárkvøldið rann 200m uppá 27,6 sekund og gav tað honum 879 stig. Hann fekk eisini næst- og triðflest stig. Í gjárkvøldi fekk hann 877 stig fyri at renna 1.500m uppá 4.57,5 min. og í øðrum umfari fekk hann 853 stig fyri at renna 1.000m uppá 3.08,2 min.

Samlaða støðan í Grand Prix kappingini fyri børn og ung er her (pdf). Støðan verður uppgjørd eftir miðal av stigum fyri tvey tey bestu umførini.

FÍF takkar øllum íðkarum, hjálparfólkum/foreldrum fyri Grand Prix 2007 fyri børn og ung, og vónar at síggja tykkum øll aftur til Grand Prix fyri børn og ung 2008.

0 comment
0

Related Articles