TF-Vetrarkappingin bleiv skotin í gongd við metstórari luttøku í morgun Runt Agnið, har omanfyri 80 rennarar luttóku. Líkindini at renna vóru góð, hóast tað var eitt lítið og sindur kølið høgættarlot. Máløkið var prýtt við málportali og harafturat var tað bilfrítt, og tað vóru bæði rennararnir og fyriskipararnir væl nøgdir við.
Metstóra feltið Runt Agnið í morgun leggur til brots
Hjá monnunum var tað ongin, sum gjørdi nakað sum helst við Marnar Djurhuus, íð beinanvegin varð leysur frá restini. Honum næstir í mótbrekkuni vóru tað Sam Vang, Henry Olsen og Niels Poulsen, og so Regin Thomsen, Jan Elmar Sørensen og Einar Gregersen og nakað aftari lá Guttorm Sørensen. Í undanbrekkuni byrjaði at skrædna sundur. Sam legði seg trygt á annaðpláss og Henry slapp nokkso langt framum Regin, Jan Elmar og Einar, sum framvegis fylgdust aftaná Rituvíkarvegin. Niels og Gutti vóru tá javnir.
Oman móti rundkoyringini broyttist nakað. Marnar var klárt á odda, og Sam klárt nummar tvey. Jan Elmar byrjaði at nærkast Henry og var leysur Einari. Niels og Gutti fingu fatur á Regin, og mín sann hevði unglingin Teitur Bjarnastein runnið somikið væl í undanbrekkuni, at hann fekk Niels, Gutta og Regin aftur í Rundkoyringini, og rann frá teimum á mál. Jan Elmar megnaði at renna seg fram til Henry og fara framum, men Henry svaraði sterkt aftur og kom á mál frammanfyri Jan Elmar. Raðfylgjan í topp 10 hjá monnunum bleiv Marnar, Sam, Henry, Jan Elmar, Einar, Teitur, Niels, Gutti, Regin og Petur Lamhauge.
Marnar vann tryggan sigur hjá monnunum Runt Agnið…
Hjá kvinnunum gjørdist Rigmor N. Arge greiður vinnari. Eitt sindur óvæntað bleiv Tórvør Ø. Vang nummar tvey frammanfyri Rebekku Fuglø. Á næstu plássunum komu Astrid Joensen og Birna M. Joensen.
…og Rigmor vann eins tryggan sigur hjá kvinnunum
Fremstu menn og kvinnur
Hjá mansunglingum varð raðfylgjan Marnar, Einar og Teitur, og hjá kvinnuunglingum var tað Rebekka sum vann.
Mans- og kvinnuunglingar
Henry var fyrsti veteranur frammanfyri Gutta og Egil Olsen. Hjá kvinnunum vóru tað Astrid, Karin K. Petersen og Elisabeth Larsen.
Fremstu veteranar hjá monnum og kvinnum
Jens R. Weihe vann superveteranbólkin frammanfyri Jóannes Ortind og Gunnar Simonsen.
Superveteranarnir
Dreingjabólkin vann Gunnar Sivertsen frammanfyri Steintór Egholm og Rúna Skarðhamar. Gentubólkin vann Maria Biskopstø frammanfyri Oddvør Josephsen og Margit W. Frímundsdóttir. Her má líka nevnast at Maria Biskopstø er árg. 2002!!!
Fremstu dreingir og gentur, sum runnu 5 km
Samanumtikið gekk alt sera væl í samband við kappingina, sum var væl fyriskipað frá byrjan til enda.
Næsta umfar í TF-Vetrarkappingini verður Náttúrurenningin við Kerjar í Havn, sum verður um tvær vikur tvs. leygardagin 23. november kl. 13.00, og verður tað Hvirlan sum fyriskipar.
Myndir, sum Hanna Egilsdóttir tók, eru at finna her: Myndir Runt Agnið 2013
Øll úrslitini eru at finna niðanfyri:
Dreingir (1998-2002) 5 km | |||||
1 | 18 | 29 | Gunnar Eihilt Sivertsen | 1999 | Treysti |
2 | 20 | 06 | Steintór Egholm | 2000 | Bragdið |
3 | 20 | 18 | Rúni Skarðhamar | 1999 | Roysnið |
4 | 21 | 49 | Elias Thorsteinsson | 2001 | Hvirlan |
5 | 23 | 14 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti |
6 | 23 | 38 | Ingi Johannesen | 2002 | Roysnið |
7 | 25 | 00 | William Helmsdal | 2002 | Bragdið |
8 | 28 | 02 | Jónhard á Regni | 2001 | Roysnið |
Gentir (1998-2002) 5 km | |||||
1 | 19 | 31 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 20 | 19 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti |
3 | 21 | 44 | Margit Weihe Fríðmundsdóttir | 1999 | Bragdið |
4 | 23 | 01 | Elin Kristina Ryan | 2000 | Treysti |
5 | 24 | 27 | Marjun Dahl | 2001 | onki felag |
Mansunglingar (1993-1997) 10,3 km | |||||
1 | 36 | 36 | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 40 | 22 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti |
3 | 40 | 27 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
Kvinnuunglingar (1993-1997) 10,3 km | |||||
1 | 46 | 26 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti |
Menn (opin bólkur) 10,3 km | |||||
1 | 36 | 36 | Marnar Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 39 | 20 | Sam Vang | 1972 | Bragdið |
3 | 39 | 35 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
4 | 39 | 46 | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti |
5 | 40 | 22 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti |
6 | 40 | 27 | Teitur Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
7 | 40 | 41 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
8 | 40 | 52 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
9 | 41 | 01 | Regin Thomsen | 1976 | Roysnið |
10 | 41 | 55 | Petur Lamhauge | 1974 | Bragdið |
11 | 42 | 11 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
12 | 42 | 15 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
13 | 42 | 23 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
14 | 42 | 27 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
15 | 42 | 42 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
16 | 42 | 47 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
17 | 43 | 01 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
18 | 43 | 13 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
19 | 43 | 25 | Júst í Túni | 1986 | Treysti |
20 | 44 | 21 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
21 | 44 | 28 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið |
22 | 45 | 20 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
23 | 45 | 41 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
24 | 46 | 02 | Regin Joensen | 1966 | onki felag |
25 | 46 | 11 | Arnfinnur Helmsdal | 1970 | Bragdið |
26 | 46 | 20 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
27 | 46 | 45 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
28 | 47 | 06 | Henrik Kølleskov | 1965 | Bragdið |
29 | 47 | 20 | Tummas Anthoniussen | 1964 | Treysti |
30 | 47 | 41 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
31 | 47 | 54 | Dávid Reinert Hansen | 1960 | onki felag |
32 | 48 | 01 | Rani Friang Rasmussen | 1985 | Roysnið |
33 | 49 | 42 | Einar Vang | 1967 | Bragdið |
34 | 49 | 52 | Jóhannes Ortind | 1951 | Bragdið |
35 | 49 | 56 | Árni Jacobsen | 1959 | Bragdið |
36 | 50 | 13 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
37 | 51 | 27 | Jan Egholm | 1972 | Bragdið |
38 | 51 | 28 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
39 | 51 | 43 | Theodor Olsen | 1958 | Treysti |
40 | 53 | 11 | Rúni Jacobsen | 1965 | Roysnið |
41 | 54 | 19 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
42 | 54 | 27 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið |
43 | 56 | 17 | Kristian í Lambanum | 1954 | Treysti |
44 | 57 | 19 | Heri Jacobsen | 1966 | Roysnið |
45 | 60 | 14 | Jóannes Guttesen | 1969 | onki felag |
46 | 71 | 51 | Regin Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
Kvinnur (opin bólkur) 10,3 km | |||||
1 | 43 | 01 | Rigmor N. Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 46 | 05 | Tórvør Østerø Vang | 1969 | Bragdið |
3 | 46 | 26 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti |
4 | 49 | 34 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
5 | 52 | 05 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
6 | 53 | 19 | Maria Svabo Hansen | 1972 | Bragdið |
7 | 53 | 52 | Dagmar Clothier | 1972 | Bragdið |
8 | 54 | 14 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
9 | 54 | 47 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
10 | 55 | 59 | Elin Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
11 | 58 | 12 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið |
12 | 59 | 21 | Tina Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
13 | 59 | 48 | Anna Sofía Eysturoy | 1963 | Bragdið |
14 | 59 | 54 | Tóta Árnadóttir | 1970 | Roysnið |
15 | 60 | 00 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
16 | 60 | 51 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið |
17 | 61 | 02 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið |
18 | 61 | 05 | Laila Jacobsen | 1962 | Frælsi |
19 | 62 | 31 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
20 | 63 | 34 | Súsan Tavsen | 1965 | Frælsi |
21 | 66 | 34 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
22 | 68 | 55 | Jóngerð Guttesen | 1971 | onki felag |
Menn (59-68 veteranar) 10,3 km | |||||
1 | 39 | 35 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
2 | 40 | 52 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
3 | 42 | 15 | Egil G. Olsen | 1963 | Roysnið |
4 | 42 | 23 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
5 | 42 | 27 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
6 | 42 | 42 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
7 | 42 | 47 | Jóhan M. Jacobsen | 1966 | Roysnið |
8 | 43 | 13 | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
9 | 44 | 21 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
10 | 44 | 28 | Herluf Jacobsen | 1963 | Bragdið |
11 | 45 | 20 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
12 | 45 | 41 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
13 | 46 | 02 | Regin Joensen | 1966 | onki felag |
14 | 46 | 20 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
15 | 46 | 45 | Terje Hansen | 1968 | Roysnið |
16 | 47 | 06 | Henrik Kølleskov | 1965 | Bragdið |
17 | 47 | 20 | Tummas Anthoniussen | 1964 | Treysti |
18 | 47 | 41 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
19 | 47 | 54 | Dávid Reinert Hansen | 1960 | onki felag |
20 | 49 | 42 | Einar Vang | 1967 | Bragdið |
21 | 49 | 56 | Árni Jacobsen | 1959 | Bragdið |
22 | 53 | 11 | Rúni Jacobsen | 1965 | Roysnið |
23 | 54 | 19 | Helgi Johannesen | 1967 | Roysnið |
24 | 57 | 19 | Heri Jacobsen | 1966 | Roysnið |
Menn (-58 superveteranar) 10,3 km | |||||
1 | 42 | 11 | Jens R. Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 49 | 52 | Jóhannes Ortind | 1951 | Bragdið |
3 | 50 | 13 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
4 | 51 | 28 | Pól Sundskarð | 1957 | Treysti |
5 | 51 | 43 | Theodor Olsen | 1958 | Treysti |
6 | 54 | 27 | Bent H. Jacobsen | 1958 | Bragdið |
7 | 56 | 17 | Kristian í Lambanum | 1954 | onki felag |
8 | 71 | 51 | Regin Jóanesarson | 1945 | Roysnið |
Kvinnur (-68 veteranar) | |||||
1 | 49 | 34 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
2 | 54 | 14 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
3 | 54 | 47 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
4 | 55 | 59 | Elin Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
5 | 58 | 12 | Anna Maria Seloy | 1964 | Bragdið |
6 | 59 | 48 | Anna Sofía Eysturoy | 1963 | Bragdið |
7 | 60 | 00 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
8 | 60 | 51 | Olga Johannesen | 1967 | Roysnið |
9 | 61 | 02 | Johanna Vang | 1964 | Bragdið |
10 | 61 | 05 | Laila Jacobsen | 1962 | Frælsi |
11 | 62 | 31 | Julianna Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
12 | 63 | 34 | Súsan Tavsen | 1965 | Frælsi |
13 | 66 | 34 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |