Home FÍF Góð úrslit og gott veður til teir 100 Norðoyastevnurennararnar

Góð úrslit og gott veður til teir 100 Norðoyastevnurennararnar

by Guttorm Sørensen

Tað gjørdust bara heilt góð rennilíkindi á Norðoyastevnu í dag. Lítil vindur turt og sól onkra løtuna. Bert eina løtu meðan barnarenningin var, ælaði eitt sindur. Góða veðrið sást aftur á tíðunum, har fleiri rennarar runnu upp til sítt besta.

Teir báðir fremstu menninir hava tó runnið skjótari fyrr. Dysturin um sigurin stóð millum Guttorm Sørensen og 26 ár yngri lærusvein hansara, Marnar Djurhuus. Marnar hevur í vetur og vár havt góð úrslit, men í dag gekk heldur tyngri. Gutti hevði sum so ongar trupulleikar at fylgja Marnari, sum annars var stórfavorittur til sigurin. Tað var ikki fyrr enn til allarseinast, at ungi Marnar kundi taka dik á seg og renna nakrar metrar undan Gutta á málið. Tíðirnar hjá teimum gjørdust 16.33 og 16.36 min.

Fyrsta triðingin megnaði eisini Borgar Biskopstø at fylgja teimum fremstu. Triðjaplássið megnaði hann eisini at halda fast um allan vegin, hóast Henry Olsen á fjórða plássi nærkaðist eitt sindur móti endanum. Borgar (17.18) og Henry (17.30) gjørdust nr. 1 og 2 í veterankappingini. Nr. trý gjørdist Heini Gregersen við 18.52


Fremstu mennirnir í dag blivu Marnar, Gutti og Borgar allir úr Treysti

Bjørk Herup Olsen er heima í Føroyum í summarfrí, og rann í dag sína fyrstu kapping. Og tað endaði eisini sum vanligt við einum tryggum sigri til hana, hóast Rebekka Fuglø á øðrum plássi setti eitt flott persónligt met, og kom undir 20 minuttir á fyrsta sinni. Tíðirnar hjá teimum báðum vóru 18.11 og 19.43. Á triðja plássi kom Hergerð Heldarskarð við tíðini 21.50. Heiðursmerkini hjá kvinnuveteranunum fóru til Ellu Áarstein (22.28), Susan Jacobsen (24.44) og Súsonnu Rasmussen (31.26).


Bjørk Herup Olsen gjørdist tryggur vinnari hjá kvinnunum

Vágamenn fóru avstað við øllum hjá superveteranunum. 60 ára gamli Hans Vilhelm Rasmussen, sum býr í Qaqortoq, vísti stórform og vann við tíðini 20.08. Jens R. Weihe, sum nýliga hevur runnið Keypmannahavnarmaraton (3.33 tímar!) gjørdist nr. 2 við tíðini 21.05, meðan bróður Hans Vilhelm, Kristin Rasmussen gjørdist nr. 3 við tíðini 21.44. Og fyri at tað ikki skal vera lygn var vágamaðurin Jóannes Ortind nr. 4 (22.13)

2. umfar av Grand Prix verður runnið í sambandi við Eystanstevnuna. Av tí at stórur partur av økinum, sum vit vanliga renna á er sperrað á sjálvari stevnuni, verður runnið týskvøldið 14. juni. Hetta er samstundis FM í 10 km landavegsrenning. FM-kappingin fer fram í somu bólkum sum Grand Prix-kappingin. Meira um hetta seinni.

Øll úrslitini eru at finna í .pdf her aftanfyri: Føroya Bjór Renning 2011

Skrivað: Hallur Holm

 

 

0 comment
0

Related Articles