Í samband við at stór menning hevur verið í kappingarskóm innan frælsan ítrótt seinnu árini, hevur altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt gjørt ein lista við skóm, ið IKKI geva óvanligan fyrimun í kappingum innan frælsan ítrótt, og tí eru góðkendir.
Okkara kappingar verða skrásettar í altjóða høpi, og ynskja vit tí at fylgja hesum meginreglum. Hóast vit ikki fara at kanna skógvarnar hjá hvørjum einstøkum íðkara, heita vit á íðkarar at kanna hendan listan, soleiðis at vit í størstan mun fylgja altjóða reglum.
Listin við loyvdum skóm er at finna á viðfesta skjali.
World Athletics Shoe Compliance List, as of 26 Feb. 2021 (pdf)