Jólini eru farin afturum, og gamlaárskvøld stundar til. Og við tí eisini eitt nýtt spennandi ár fyri frælsan ítrótt. 2015 er oyggjaleikaár, og oyggjaleikirnir á Jersey í summar er høvuðsmálið hjá okkara fremstu íðkarum.Mong onnnur seta sær eisini mál fyri komandi árið. Nøkur seta sær stór mál, onnur minni. Frá FÍF ynskja vit øllum eitt gott nýggjár – ikki bert ítróttarliga, men í øllum lívsins viðurskiftum.
2014 gjørdist á mangan hátt serligt og hendingaríkt. Mong tøk eru tikin – stór tøk. FÍF takkar øllum fyri tað stóra arbeiðið, sum er framt farna árið – vónandi megna vit øll saman at gera tað eins gott í 2015.