Home FÍF GP 2 vaksin og barnarenning á Sundalagsstevnu

GP 2 vaksin og barnarenning á Sundalagsstevnu

by Hallur Holm

Leygardagin 12. juni skipa Bragdið og FÍF fyri øðrum umfari av Grand Prix fyri vaksin. Harumframt verður barnarenning við vanligu aldursflokkingini. Møtt verður í fótbóltshúsinum við Margáir, har eisini startur og mál verður. Nógvir fótbóltsdystir eru leygardagin, so trongligt verður í skiftingarrúminum, men vit fáa so hildið til uppi á. Vegleiðandi skrá sær soleiðis út:

  • 10.00 Tilmelding og avheintan av startnummurunum
  • 11.00 Kvinnur, Menn, Veteranar og Superveteranar renna 11 km
  • 11.05 Dreingir og gentur fødd 2003 og seinni renna 500 m.
  • 11.15 Dreingir og gentur fødd 2000-2002 renna 600 m
  • 11.25 Dreingir og gentur fødd 1997-1999 renna 800 m
  • 11.35 Dreingir og gentur fødd 1993-1996 renna 1.000 m

Tey vaksnu renna frá fótbóltshúsunum til Streymnesar, oman eftir Neystavegnum út á Oyruna, til Hvalvíkar, gjøgnum Hvalvíks bygd, til høgru við skúlan og niðan brekkuna til Streymnesar. Hesin teinurin skal rennast fýra ferðir áðrenn rennast skal á mál, sum er á sama staði sum starturin við fótbóltshúsið

Vanliga hava vit runnið trý umfør, ella íalt 8 km. Men fyri at gera summar-GP eitt sindur meira fjøltáttað hava vit valt at hava eina kapping, til tey,  sum dáma at renna eitt sindur longri.

Børnini renna frá fótbóltshúsinum og fram eftir Gamlavegi, har tey venda og renna aftur á mál við fótbóltshúsið.

Heiðursmerki verða til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum, og allir luttakarar fáa leskidrykk, tá teir koma á mál. Meldast kann til á staðnum, men best er,  um tit melda til on-line her á síðuni. Tilmeldingin liggur klár undir “tilmelding” á forsíðuni.

Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Aldursflokking og reglur annars fyri Grand Prix kann lesast undir “reglur” á forsíðuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna við. Síggjast við Margáir 🙂

0 comment
0

Related Articles