Home FÍF GP-4 verður leygardagin kl. 12.30 á Jóansøku í Vági

GP-4 verður leygardagin kl. 12.30 á Jóansøku í Vági

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 28. juni skipar Hvistan fyri rennikapping og motiónsrenning í smb. við Jóansøkuna í Vági. Hetta er samstundis 4. umfar av Summar Grand Prix kappingini 2014. Smyril siglir av Havnini kl. 10.00 á Vág. Børnini byrja kl. 12.30, og tey vaksnu renna kl. 13.00. Tvs. møguleiki er at ferðast aftur og fram sama dag í smb. við renningina. 

IMG_1369


Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Skráin fyri Jóansøkurenningina sær soleiðis út:

Børn:
kl. 12.30 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – ca. 500 m
kl. 12.40 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – ca. 500 m
kl. 12.45 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – ca. 1.200 m
kl. 12.45 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – ca. 1.200 m 

Vaksin:
kl. 13.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1998 ella fyrr) – ca. 8 km
kl. 13.00 Veteranar (f.1959-1968) – ca. 8 km
kl. 13.00 Superveteranar (f.1958 ella fyrr) – ca. 8 km

Startur og mál er við vatnið við Vágshøll.
Børnini renna fyrst og verður runnið runt Vatnið. Tey vaksnu renna út á Núp og aftur.
Heiðursmerkjahandan fer fram í VB- húsinum eftir kappingina.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.
Hvistan bjóðar frukt, vatn, kaffi og køku eftir lokna renning.

Tilmelding fer fram heimasíðuni hjá FÌF, www.athletics.fo

Kostnaður fyri luttøku:
Vaksin 50 kr
Børn 20 kr
Startnummar og gjald fyri luttøku fer fram á staðnum ½ tíma undan kapping.

Hvistan vónar góða undirtøku og góðan Jóansøkuhýr. bæði til kappingina og motiónsrenningina. 🙂

Góða Jóansøku
Nevndin

0 comment
0

Related Articles