Home FÍF GP 5 vaksin og barnarenning á Fjarðastevnu

GP 5 vaksin og barnarenning á Fjarðastevnu

by Hallur Holm

Á Fjarðastevnuni í Vestmanna leygardagin fara VÍF, Bragdið og FÍF at  skipa fyri 5. umfari av Grand Prix fyri vaksin. Kappingarnevndin hevur mett tað vera eitt sindur ov einstáttað gjøgnum alla summarkappingina at renna teinar millum 5 og 10 kilometrar. Tí var teinurin á Sundalagsstevnuni longdur við einum umfari. Og fyri at gera kappingina enn meira fjølbroytta, fara vit at royna ein nýggjan 4 kilometurtein í Vestmanna. So nú ræður um at finna teir skjótu skógvarnar fram.



Møtt verður í kaffivogninum inni á Fjørð, har Sam plagdi at leggja at. Her verða startnummur útflýggjað frá kl. 10.00.  Rennast skulu 5 umfør á 770 metrar. Byrjað verður á stóra p-plássinum inni á Fjørð. Tekning av rutuni verður løgd her innan kappingardagin.

Kappast verður í vanligu bólkunum:

  • Menn f. 1900-1994
  • Kvinnur f. 1900-1994
  • Menn Veteranar f. 1955-1964
  • Kvinnur Veteranar f. 1900-1964
  • Menn superveteranar f. 1900-1954

Umleið kl. 11.30, ella beint eftir renningina hjá teimum vaksnu, byrjar barnarenningin við vanligu aldursflokkingini. Aldursbólkarnir eru hesir

  • Gentur og dreingir f. 2003 og seinni
  • Gentur og dreingir f. 2000-2002
  • Gentur og dreingir f. 1997-1999
  • Gentur og dreingir f. 1993-1996

Tveir teir yngstu aldursbólkarnir renna eitt umfar á 750 metrar og tveir teir eldru bólkarnir renna tvey umfør ella 1,5 km.

Meldað verður til her á síðuni ella á staðnum frá kl. 10.00. Tað lættir nógv um, um meldað verður til her á síðuni undir “tilmelding”.

Heiðursmerki verða til trý tey fremstu hjá bæði vaksnum og børnum.

Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Umklæðing kann fara fram í kaffivogninum. (ikki brúsa tó).

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Ragnar Weihe 02.07.10 - 18:42

Dreingir 2000-2002. Føddur 16.06.2001.

Comments are closed.