Hóskvøldið kl. 18.30 byrjar fyrsta umfar av Grand Prix fyri børn og ung á Tórsbreyt. Av tí at vit høvdu trupulleikar við at fáa tilmeldingina klára, er hon longd til í kvøld kl. 23.00.
Annars verður kappast soleiðis:
Dreingir og gentur 8-9 ár og 10-11 ár: 600 m og bóltkast
Dreingir og gentur 12-13 ár: 600 m og spjótkast
Dreingir og gentur 14.15 ár, 16-17 ár og 18-19 ár: 100 m, spjótkast og hæddarlop.
Tíðarætlan og startlistar verður lagt her á síðuna áðrenn kappingina. Lesið annars reglurnar fyri kappingina undir “reglur” á forsíðuni.