Home FÍF GPV5 og barnarenning á Vestanstevnu

GPV5 og barnarenning á Vestanstevnu

by Guttorm Sørensen

Fríggjakvøldið 10. juli kl.18.00 í samband Vestanstevnuna í Sandavági, skipa Frælsi og FÍF fyri 5.umfari í Grand Prix 2009 fyri vaksin, og harumframt verður eisini barnarenning á skránni. Bólkarnir verða teir somu sum hava verið brúktir fyrr í summar. Støðan í Grand Prix fyri vaksin áðrenn fimta umfar, er at finna í aðrari grein á hesi heimasíðuni. Startur og mál vera við húsið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (TF).
 
DSCN9895
Beint eftir startin í rennikapping í apríl 2003 í Sandavági

Renning vaksin
Runnið verður frá TF (á Sondum), út til bilverkstaði oman móti sjóvarmálanum (gøta/vegur millum Kirkjuna og sjóvarmálan) til vinstru yvir um brúnna (Valloyran), niðan á høvuðsvegin (Giljavegur) til Kommunubygningin har snarað verður til høgru (Hammershaimbsvegur) og aftur til TF, og  so sama tein runt; men nú skal rennast beint fram eftir Giljavegi heilt niðan til Sarpaveg (eitt sindur longur enn Vakstrarhusið), til høgru eftir Sarpavegi, til Steigabrekku, Nullið, TF og sama túr einaferð enn, altso tann seinna langa. Hesin teinur er 7,1 km.

hallur jan elmar
Hallur og Jan Elmar luttóku báðir í 2003. Nú kappast teir í sama bólki
 
Renning gentir og dreingir -7 og -10
Byrjað verður við TF og runnið verður til Nullið og aftur. Hesin teinur er 400 m
 
Renning dreingir og gentur -13 og -17
Byrjað verður við TF og runnið verður til bilverkstaðin, til høgru oman til sjóvarmálan (eftir vegi/gøtu millum Kirkjuna og sjóvarmálan), beint fram eftir Gamlavegi til bygdavegin (Hammershaimbsvegur) til høgru við Nullið og á mál við TF. Hesin teinur er 700 m.
 
Bólkarnir eru hesir:
Menn/kvinnur (f. 1993 ella fyrr), kl. 18.00
Veteranar (f. 1954-1963), kl. 18.00
Super veteranar (f. 1953 ella fyrr), kl. 18.00
Dreingir/gentir -7 (f. 2002 ella seinni), kl. 18.05
Dreingir/gentir -10 (f. 1999 – 2001), kl. 18.05
Dreingir/gentir -13 (f. 1996 – 1998), kl. 18.10
Dreingir/gentir -17 (f. 1992 – 1995), kl. 18.10
 
Øll verða biðin um at møta í góðari tíð áðrenn kl. 18.00.

Tilmelding fer fram her á síðuni til fríggjadagin kl. 12.00 í seinasta lagi, ella á staðnum fram til kl. 17.45. Luttøkugjaldið er sum vanligt kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

0 comment
0

Related Articles