Home FÍF Grand Prix 2: Øssur leyp 200 sentimetrar!

Grand Prix 2: Øssur leyp 200 sentimetrar!

by Hallur Holm

Eitt kalt gul av eystri darvaði okkara spurtarum í dag, tá Grand Prix 2 fór fram á Tórsbreyt. 2-4 m/s beint á kjaftin prógvaði, at tað skal vera +vindur fyri at renna upp til sítt besta. Eitt bólkamet í spurti varð tó tikið, tá Andreas B. Antoft (dr 10) í -4,4 m/s rann 12,90 sek á 80 metrum.  Og hóast umstøðurnar heldur ikki vóru av teimum bestu hjá miðteinarennarunum, eydnaðist tað kortini teimum báðum stórtalentunum Oddvør Josephsen og Katarinu Høj at seta nýggj bólkamet á 800 metrum hjá gentum 11 ár og gentum 13 ár.

Men størsta úrslitið kom í kappingini í hæddarlopi. Her var Føroya nógv besti hæddarleypari nakrantíð, Øssur Debes Eiriksfoss, ein luttakarunum, og hann rakti dagin. Føroyskt met á fyrst 196 og síðani 200 sentimetrum. Teir 200 kláraði hann í triðju og seinastu royndini, har hann akkurát bar við yvirleggjaran, sum kortini varð liggjandi. Tá Øssur við so lítlari hæddarlopsvenjing kann leypa 2,00 metrar, er sera spennandi at spæla við tankan um, hvussu vítt hann kann dríva tað

Kappingin í dag hevði upp móti 300 startum. Hvirlan var vertur fyri kappingini, og tað eydnaðist stak væl hjá teimum at avgreiða tær nógvu kappingarnar. Triðja og seinasta umfar í Grand Prix verður leygardagin 15. september, tá Treysti kemur suður at skipa fyri.


Eftir ein strævnan dag – m.a. á havsins botni – skakaði Øssur alt og øll, og ikki minst seg sjálvan, tá hann kom upp um tveir metrar í hæddarlopi. Hetta var aðru ferð á degnum hann setti føroyskt met. Beint áðrenn leyp hann eisini 196 cm, sum er ein sentimetur hægri enn tá hann vann bronsu á oyggjaleikunum seinast.

 


Tinna Berg Jørgensen kýtir seg í longdarlopinum.


Gentur 10-11 ár beint undan startskotinum á 80 m.


Hóast beinbrot var Eyðdis aftur til dystin fús at døma. Hans og Birna vóru eisini dómarar.


Monika Pernille Jacobsen vann ein greiðan sigur í fyrra riðilinum. Hon vann eisini kappingina í kúlustoyti.


Regin Joensen hevur tikið seg nógv fram í spjótkasti, og í dag vann hann kappingina hjá dr. 16-17 ár.

 


Tummas Napoleon Arge vann dr. 16-17 ár, og hevði samstundis dagsins allarbestu tíð á 200 metrum.


Bárður Jóhansson hevur tikið seg nógv fram á øllum økjum. Her fær hann góð ráð frá mammu síni.


Gott at síggja íðkarar úr Frælsi á Tórsbreyt. Vónandi vera enn fleiri næstu ferð. (og tá fara teir at kappast í bláum, sum er liturin hjá Frælsi 😉


Nýtt og gott gamalt. 800 meturin gjørdist sera spennandi, tá 4 aldursbólkar runnu samstundis.

 

0 comment
0

Related Articles